Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trætaður til lygn – nú mátti eg rykkja

Oliver Joensen

”Á umskilda, løgfrøðingurin er sjúkrameldaður ”– tað var umberingin frá ”bødekóntórinum”, tá eg ringdi og fregnaðist ákærina frá politinum ímóti mær, sum nú er farin um sjey mánaðar.

Tað sær út til, at tá ein løgfrøðingur hjá føroyska ákæruvaldinum sjúkrameldar seg, so hendir onki, og vit, sum av órøttum eru undir ákæru blíva við at hanga uppá skuldsetingar og sleppa ikki í rættin at greiða okkara søk.

Tað var í hvussu so er tað, ið eg sat eftir við, aftaná at hava rykt eftir sakini, sum politiið av órøttum hevur fløkt meg inn í.

Tá eg avgjørdi at fara at rykkja eftir sakjuni, so var fyrst at ringja til sakførara mín at spyrja, um tað er vanligt, at so leingi gongur við slíkum sakjum.

Nei, segði Jógvan Páll Lassen avgjørdur. Akæruvaldið hevur skyldu til at greiða eina slíka søk skjótt, sum dømi kann eg nevna, sigur Jógvan Páll Lassen, at Stein Bagger bleiv dømdur longu 6 mánaðar eftir at sakin varð reist, so ring tú bara og rykk eftir sakini.

Sakin

21. mars koyri eg eftir Biskupstøgøtu, norðureftir, fram við Bókasavninum, bygninginum har Fonnflog heldur til og norður ímóti Fjósabrekku.

Her verið eg steðgaður av politinum, og av einum sera óhøviskum politisti trætaður til at hava tosað í telefon ímeðan eg koyrdi.

Eg kann siga, at hetta var ein sera vanvirðislig uppliving. Tú kanst ímyndað tær, at alt við eitt verður tikið frá tær, tí har stendur ein poltistur og heldur rimmar fast um, at tú hevur gjørt nakað, sum tú als ikki hevur gjørt og líkamikið hvat tú sigur, so heldur politisturin fast um ein pástand tyknan úr leysari luft.

Eg royndi alt, eg bjóðaði politistinum inn í bilin at roynatelefonina, ið lá á gearboksini. Telefonin stóð i bluetooth samband við bilin, so tað var ongin orsøk hjá mær at taka hana upp í hondina, tí vildi eg ringja, so hevði eg brúkt stóra displayið á bilinum og ringdi telefonin, so kundi eg taka hana við at trýsta á hornið á róðrinum. Flestu munnu eisini vita, at ein fartelefon, ið stendur í bluetooth samband við bilin er steindeyð. Tað nyttar onki at taka hana upp fyri oyrað, tí har hoyrist onki, bilurin hevur gjøgnum bluetooth yvirtikið at kalla allar funktiónir.

Nei, kortanei, kvinniligi politisturin hevði als ongan hug at kanna nakað sum helst, stóð bert uttanfyri rútin føraramegin bilin, við blokkinum í hondini og trætaði meg til lygn.

Eina løtu fór hon frá bilinum hjá mær, og eg gitið at hon tá tosaði við politistin, ið hevði staði og lúrt við húsarhornið hjá Fonnflog. Í hvussu so er kom hon aftur og helt enn meira fast við pilbýtta og ógrundaða pástandin.

Rætt skal vera rætt, tá eg koyrdi framvið Fonnflog klóraði eg mær í oyranum, men telefonin var ikki í hondini, hon lá á gearboksini, har hon ofta liggur, tí eg brúki høvi at løða telefonina tá eg eri í bilinum, annars kann telefonin væl liggja í lummanum og eg kann brúka hana ígjøgnum sambandið hon hevur við bilin.

Eg haldi at hetta er óhoyrt vánaligt av politinum. Alla respekt fyri góða arbeiðinum tey annars gera, men hendan hendingin er niðanfyri alt lágmark í mínari verð. Tá politiið setir upp eina fellu fyri okkum í ferðsluni, so eigur tað ikki at vera nakar ivi um, at eg hevði eina telefon í hondini.

Nú verður spennandi at vita hvussu leikur fer. Eg ætli mær so at koyra sakina so langt eg kann. Um politiið ikki bakkar, men koyrir sakina í rættin, so vil eg sleppa at uppliva at tey ljúgva í rættinum, tí eg hvørki tosaði í telefon, ella hevði telefonina í hondini. Til tað fyrra havi eg í hvussu so er prógv frá Føroya Tele, ið er televeitari mín, har verður sagt:

”Eg vil við hesum vátta, at ongin samrøða hevur verið, hvørki til ella frá telefonnummarinum 284379 ídag ímillum klokkan 09.00 og 11.00” og ”Eg vil við hesum vátta, at ongin samrøða hevur verið hvørki til ella frá telefonnummarinum 216285 ídag ímillum klokkan 009.00 og 11.00” .

Undirskrivað av ábyrgdarfólki hjá Føroya Tele

Hetta eru báðar fartelefonirnar, sum eg dagliga havi hjá mær. Eg hevði báðar við í bilinum, men tað kannaði politisturin heldur ikki eftir. Onnur var í lummanum, ímeðan hin lá á gearboksini og bleiv lødd.

Nú mátti eg altso rykkja, tí eg vildi ikki útseta tykkum fyri at fáa sama Norðoyastevnuteitið umaftur komandi ár.

Oliver