Hópurin hevur sitið veðurfastur í Glasgow seinnapartin.
Tre Fiori-hópurin fekk ikki lent vegna veður fyrr í dag og hevur bíðað eftir betri likindum í Glasgow í Skotlandi. Kl. 18.56 lendi hópurin, t.v.s. eitt døgn áðrenn dystarbyrjan.
Sostatt er greitt, at dysturin verður leiktur sum ætlað. Hópurin hjá liðnum úr San Marino skal búgva á Viðareiði. Dysturin verður hóskvøldið kl. 19.00.



