Aftur í ár gjørdist Treysti nógv mest vinnandi felag í Vetrarkappingini, sum endaði við FM í 10 km í Runavík leygardagin
Leygardagin bleiv 7. og seinasta umfar í Vetrarkappingini avgreitt í samband við árligu Várkappingina og FM í 10 km í Runavík. Einir 50 rennarar luttóku í góðveðrinum. Runnið bleiv 9½ umfar á einum rundteini, har byrjað bleiv uttanfyri Kiosk Vár og runnið út til Sjómansheimið, har sneitt bleiv oman á keiina, so inn eftir og niðan á vegin aftur við Bank Nordik.
Í Runavík vóru tað Treysti og Roysnið í skipaðu fyri. Eftir renningina bleiv farið í kantinuna í skúlanum við Løkin, har steypa- og heiðursmerkjahandanin fór fram. Har varð eisini borðreitt við kaffi/te og øðrum goðum.
Startskotið er brostið og rennararnir spenna avstað í Runavík
Trý tey fremstu í FM 10 km blivu:
Kvinnur opin bólkur (-1996)
1 43.13 min. Duruta Reginsdóttir á Lofti, Bragdið
2 43.55 min. Borgarhjørt Holm, Bragdið
3 44.57 min. Tórvør Østerø Vang, Bragdið
Menn opin bólkur (-1996)
1 34.22 min. Marnar Djurhuus, Treysti
2 36.45 min. Sam Vang, Bragdið
3 37.24 min. Regin Thomsen, Bragdið
Kvinnur veteranar (1958-1967)
1 43.55 min. Borgarhjørt Holm, Bragdið
2 45.53 min. Ann Thomsen, Bragdið
3 47.27 min. Ella Áarstein, Treysti
Menn veteranar (1958-1967)
1 38.03 min. Borgar Biskopstø, Treysti
2 39.16 min. Jonhard Larsen, Treysti
3 39.22 min. Heini Gregersen, Treysti
Menn superveteranar (-1957)
1 39.53 min. Jens R Weihe, Frælsi
2 41.46 min. Pól Sundskarð, Treysti
3 45.39 min. Jóannes Ortind, Bragdið
Vetrarkappingin byrjaði við renningini Runt Agnið í november, síðani varð runnið í Havn í desember, í Sørvági í januar, í Hoydølum og Hvannasundi í februar, og so í Trongisvági og Runavík í mars.
Í Vetrarkappingini eru tað fýra tey bestu umførini, sum telja við. Vinnarin fær 50 stig, nr. 2 fær 47, nr. 3 fær 45, nr. 4 fær 43, nr. 5 fær 41, og so fær restin 40, 39, 38 osv. Harumframt vóru latin 1 bonusstig fyri at hava luttikið í 5 umførum, 2 bonusstig afturat fyri 6 umfør og 3 bonusstig afturat fyri øll 7 umførini.
Kappingin í vetur hevur verið spennandi og jøvn, og í fleiri førum blivu bonusstigini avgerandi um
heiðursmerkjaplássini. Samanumtikið so varð talan um eina sera væleydnaða Vetrarkapping og hava íalt umleið 150 ymiskir rennarar luttikið, og fleiri enntá í øllum 7 umførunum.
Tá endaliga støðan í Vetrarkappingini bleiv uppgjørd eftir kappingina, so varð hetta endaligu úrslitini í topp 3:
Dreingir (1997-2001)
1 Gunnar Sivertsen, Treysti, 200 stig
2 Teitur Bjarnastein, Bragdið 197 stig
3 Steingrímur Hallsson, Bragdið 195 stig
Teitur, Gunnar og Steingrímur
Nr. Gentur (1997-2001)
1 Oddvør Josephsen, Treysti 206 stig
2 Sára Debesardóttir, Bragdið 197 stig
3 Rutt Gregersen, Treysti 192 stig
Oddvør og Rutt. Sára var ikki við leygardagin
Nr. Mansunglingar (1992-96)
1 Marnar Djurhuus, Treysti 203 stig
2 Einar Gregersen, Treysti 189 stig
3 Rúni Seloy, Bragdið 186 stig
Einar og Marnar. Rúni luttók ikki leygardagin
Nr. Kvinnuungl (1992-96)
1 Rebekka Fuglø, Treysti 201 stig
Rebekka avmyndað á Fossánesi fyrr í ár
Nr. Kvinnur opin bólkur (-1996)
1 Rebekka Fuglø, Treysti 201 stig
2 Duruta R. á Lofti, Bragdið 195 stig
3 Tórvør Ø. Vang, Bragdið 187 stig
Duruta og Tórvør. Vinnarin Rebekka var burturstødd leygardagin
Nr. Kvinnur Vet. (-1967)
1 Ella Áarstein, Treysti 203 stig
2 Ann Thomsen, Bragdið 195 stig
3 Karin K. Petersen, Treysti 180 stig
Ann og Karin. Vinnarin Ella manglar
Nr. Menn opin bólkur (-1995)
1 Marnar Djurhuus, Treysti 203 stig
2 Hallur Holm, Bragdið 186 stig
3 Niels Poulsen, Bragdið 182 stig
Hallur, Marnar og Niels
Nr. Menn vet. (1958-67)
1 Hallur Holm, Bragdið 203 stig
2 Borgar Biskopstø, Treysti 197 stig
3 Heini Gregersen, Treysti 192 stig
Borgar, Hallur og Heini
Nr. Menn supervet. (-1957)
1 Jens R. Weihe, Frælsi 203 stig
2 Jóannes Ortind, Bragdið 195 stig
3 Pól Sundskarð, Treysti 188 stig
Jóannes, Jens og Pól
Myndirnar hevur Jóannes Poulsen tikið.
Býtið í samlaðu Vetrarkappingini millum feløgini bleiv:
| Gull | Silvur | Bronsa | Íalt | |
| Treysti | 7 | 2 | 4 | 13 |
| Bragdið | 1 | 6 | 4 | 11 |
| Frælsi | 1 | 1 |
Norðlýsið ynskir Treysti hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum.




