Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Treysti rúmar bæði úrmælingum og breiddini

Jákup Ósá

(Grein úr Norðlýsinum fyrr í vetur) Formaðurin í Treystinum, sum er rennifelagið í Klaksvík, staðfestir, at Treysti hevur nógv virksemi, har bæði úrmælingar og kondirennarar rúmast. Hann heldur tó, at tað er harðliga brúk fyri rennibreytini, tí umstøðurnar eru ikki tær bestu.

 

Treysti er felag fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum, sum bleiv stovnað í 1993. Felagið er nógv vaksið seinastu árini, staðfestir formaðurin Andreas Jospehsen.

– Tá tað eru kappingar, so eru tað eini 15-20 ungdómar frá Treystinum, har fleiri teljast millum teir bestu rennararnar íðkarar í landinum. Aldursamansetingin hjá hesum er frá áleið 28 ár og niðureftir. Tá vit kappast í FM fyri ung, so fara vit niður í áleið 8 ára gomul børn. Síðani hava vit eina rúgvu – kanska eini 100 –  av eldri rennarum, sum eru til okkurt hálvmaraton og aðrar kappingar. Hjá okkum er ymiskt gjøgnum árið, hvussu nógvir virknir rennarar eru, men tilsamans hava vit yvir 300 limir, ið tó ikki eru aktivir í senn. Býtið millum kynini eru áleið javnt, sigur hann.

 

Nógv venjing

At Treysti hevur fleiri av bestu íðkarunum í landinum kemur ikki av sær sjálvum. Tað liggur nógv venjing aftanfyri.

– Vit venja tríggjar ferðir um vikuna undir skipaðum umstøðum hjá Treystinum. Týsdag, hósdag og leygardag. Tær venjingarnar eru millum hálvan og hálvanannan tíma. Men teir virknu íðkararnir venja nógv meir enn tað. Teir bestu íðkararnir hjá Treystinum venja næstan hvønn dag, og tá er tað minst hálvanannan tíma hvønn dag. Venjarar hjá teimum ungu eru Guttorm Sørensen og Jan Elmar Sørensen, meðan Eileen Matras hevur tikið sær av venjingini leygardagar, tá vit fara ein stuttan rennitúr. Um veturin, tá vit eru inni, so skiftast vit í nevndini um at skipa venjingina, sigur Andreas Josephsen.

 

Fleiri úrmælingar eru í felagnum

– Treysti er millum tey bestu feløgini í Føroyum, tá tað kemur til renning. Tak t.d. Rebekku Fuglø, sum júst hevur vunnið Danmarksmeistaraheitið á 1500 metrum fyri vaksin. Hon hevur staðið seg væl í nógv ár og hevur kanska eisini verið við til at vaksið um áhugan fyri renning norðanfyri. Men vit hava nógvar aðrar rennarar (íðkarar), ið eru millum teir bestu í Føroyum, tá føroysku kappingarnar eru ella t.d. tá rennarar vera valdir at umboða Føroyar til Oyggjaleikir. Vit hava t.d. Jan Elmar Sørensen, Julian Gregeren, Oddvør Josephsen og Mariu Biskopstø. At rennarar hjá Treystinum standa seg so væl kemst av, at felagið – og kanska serliga Guttorm Sørensen –  gjøgnum nógv ár hevur gjørt eitt stórt arbeiði, sigur formaðurin. Hann staðfestir tó, at Treysti merkir, at eisini aðrar ítróttagreinar kappast um somu íðkarar. – Vit merkja kapping frá øðrum ítróttargreinum. Og tað typiska er, at tey sum eru góð til eina ítróttargrein ofta eru góð til fleiri ítróttargreinar, sigur Andreas.

 

Kappingar eru alt árið

Kappingarárið í renning og frælsum ítrótti er nógv longri enn í flestu øðrum ítróttargreinum.

– Kappingarárið í renning er næstan alt árið, tí vit hava nógvar rennikappingar í Føroyum. Tað er FM, tað eru sjey vetrarkappingar, har vit fara runt í Føroyum at kappast. Um summarið plaga vit at luttaka í stórari kapping í Svøríki. Vit senda íðkarar til bæði DM og DM ung, sum er innandura um veturin og úti um summarið. Vit eru í Íslandi í januar hvørt ár til innandurakapping. Annaðhvørt ár eru Oyggjaleikir, ið er ein góð gularót hjá teimum bestu íðkarunum hjá okkum. Annars eru aðrar kappingar gjøgnum árið av ymiskum sløgum, so leggur ein í, so eru kappingar at fara til næstan alt árið. Treysti skipar fyri nógvum kappingum. Vit hava hálvmaraton í mai mánað, og so eru rennikappingar í Fugloy, á Fossánesi, á Viðareiði og í Kalsoynni fyri at nevna nakrar. Vit leggja stóran dent á at vísa okkum runt í Norðoyggjum, so allar Norðoyggjar føla, at tær eru partar av Treystinum. Og eg haldi, at vit altíð fáa góða móttøku, sigur Andreas Josephsen við Norðlýsið.

 

Rennibreytin skal bjarga umstøðunum

At enda spyrja vit um umstøðurnar hjá rennifelagnum.

– Vit hava ikki góðar umstøður í løtuni. Vit hava Badmintonhøllina um veturin í fýra tímar, har tveir tímar eru til børn og tveir tímar eru til vaksin. Ynskiligt hevði verið at havt eini seks tímar, tá ein skal stilla ymiskt upp og fáa nakað ordiligt burturúr. Men vit vænta, at tá rennibreytin kemur, so fer tað at geva okkum framburð. Tað fer eisini at broyta okkara umstøður nógv til tað betra. Um veturin, tá fótbólturin liggur stillur, so hava vit runnið á fótbóltsvøllinum onkuntíð. Man kann renna fyri tað, um tað er regn og vindur, tað ger ongan mun. Vit hava kontór í loftinum í Badmintonhøllini, har vit samlast og hava okkara fundir og skipa tingini. Men vónandi fylgir okkurt gott við rennibreytini, kanska eitt lítið felagshús, har vit kunnu flyta eitt sindur av okkara virksemi og útgerð. Vit hava nógva útgerð eftirhondini, sum verður brúkt til bæði venjingar og kappingar. Um summarið koyra vit til Toftir at venja fleiri ferðir um vikuna, so tað verður ein stórur munur, tá rennibreytin liggur í Klaksvík, sigur Andreas Josephsen, sum heldur, at hóast tað er og verður ein avbjóðing at halda teinum ungu íðkarunum til, so fer rennibreytin helst at geva felagnum nógv og m.a. av somu orsøk eigur framtíðin hjá felagnum at vera bjørt, sigur Andreas Josephsen at enda.

 

Nevndin í Treystinum í løtuni er mannað soleiðis:

Formaður: Andreas Josephsen

Næstformaður/Kassameistari: Guttorm Sørensen

Skrivari: Birgit Ryan

Nevndarlimir: Eileen Matras og Jógvan Jóhan Lorenzen

Tiltakslimur: Alis Eliassen

 

 

 

Fakta um Treysti:

Heimstaður: Klaksvík

Felagshølir: Klaksvíkar Badmintonhøll

Stovnað: 1993

Formaður: Andreas Josephsen

Venjarar: Guttorm Sørensen og Jan Elmar Sørensen

Limatal: 320