Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Treysti sent seks íðkarar til DMU innandura

Frælsur Ítróttur

Í gjár fór ferðalag við seks ungum íðkarum úr Treysti til Danmarkar har tey skulu kappast í DM fyri ung innandura, sum aftur í ár fer fram í Sparbank Arena í Skive. Kappingarnar byrja í morgunári kl. 10.00 og halda fram til kl. 19.30 og halda fram aftur sunnudagin frá kl. 9.00 til  umleið kl. 18.30.

Teir seks íðkararnir eru: Julian Gregersen, Hans Sivertsen, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Maria Biskopstø og Birita Ryan. Tey stóðu seg øll væl í Íslandi fyri kortum, og nú skulu tey so kappast ímóti teimum bestu í Danmark. Við í ferðalagnum eru eisini venjarin Guttorm Sørensen og ferðaleiðararnir Andreas Josephsen og Margit G. Joensen. Ferðalagið kemur heimaftur sunnukvøldið.

Fyri at tryggja sær luttøkurætt krevst, at ein er í topp 18-24, alt eftir hvørja grein talan er um, í sínum aldursbólki í Danmark. Vónir eru um persónlig met, men onkur íðkari liggur ovarlaga á ranglistanum, og gongst væl, so eru avgjørt møguleikar fyri onkrum heiðursmerki.

Skráin hjá teimum sær soleiðis út (før.tíð):

Leygardagin 25. Feb.
Kl.     Navn                    Árg. Tilm.      GreinBólkur
09:00 Birita Ryan2002 4.52        Longdarlop    Ge.14-15
09:30 Oddvør Josephsen 200160.50400 metur       Ge.16-17
09:50 Hans Sivertsen  2001       57.61     400 metur       Dr.16-17
13:15 Óluva A Joensen 2002       11.45     Kúlustoyt       Ge.14-15
13:30 Maria Biskopstø  2002       2.20.32  800 metur     Ge.14-15
14:00 Oddvør Josephsen 2001      2.18.02  800 metur    Ge.16-17
14:10 Hans Sivertsen   2001       2.17.74  800 metur    Dr.16-17
14:25 Julian Gregersen   1998       1.58.67  800 metur        Dr.18-19
16:30 Birita Ryan  2002       8.45        60 metur inn. Ge.14-15
17:30 Birita Ryan  2002     60 metur fin.Ge.14-15

Sunnudagin 26. Feb. 
Kl.      Navn             Árg. Tilm.GreinBólkur
10:50  Birita Ryan20029.29Trístøkk   Ge.14-15
11:45  Maria Biskopstø20024.53.871500 metur Ge.14-15
12:15  Oddvør Josephsen20014.50.061500 metur  Ge.16-17
12:45  Julian Gregersen 19984.05.701500 metur  Dr.18-19
13:40  Maria Biskopstø20021.39HæddarlopGe.14-15
15:40  Birita Ryan       200229.04200 meturGe. 14-15

Leinkja til startlistar og úrslit er her: Startlistar og úrslit DMU innandura 2017

Kappingin kann stroymast her: Livestreaming DMU innandura 2017

Treysti ynskir tykkum øllum allarbestu eydnu í DMU innandura 2017.