Um vikuskifti eru sjey íðkarar úr Treysti við landsliðnum í Gøteborg á Nya Ullevi og luttaka í VU-Spelen, sum er størsta kapping av hesum slagi í Norðanlondum. 3.400 luttakarar og 8.300 startir eru tilmeldaðir kappingarnar, sum byrjaðu fríggjamorgunin og enda í kvøld. Umleið 60 prosent av luttakarunum eru svenskarar og restin eru útlendingar úr m.a. Danmark, Noreg, Íslandi, Finlandi, Týsklandi, Skotlandi, Onglandi og Føroyum.
Úrslit o.a. eru at finna her: http://www.vuspel.se/
Á hesi leinkjuni er beinleiðis stroyming í dag: http://sportway.se/live/play/varldsungdomsspelen-gbg-2016/1190
Higartil hava føroysku íðkarar staðið seg væl og sett fleiri persónlig met og bólkamet, og føroyskt met er eisini sett.
Úr Treysti luttaka hesi:
Jan Elmar Sørensen: 5.000m
Rebekkka Fuglø: 800m og 1.500m
Julian Gregersen: 800m og 1.500m
Oddvør Josephsen: 800m og 2.000M
Óluva Allansdóttir Joensen: Spjótkast og kúlustoyt
Maria Biskopstø: 800m og 2.000m
Birita Ryan: 80m, longdarlop og trístøkk
Føroyska ferðalagið telur íalt 23 íðkarar úr Treysti, Bragdið og Hvirlan, og koma tey aftur í morgin.




