Ungu íðkararnir í Treysti eru treystir, tað vístu tey so sanniliga í vikuskiftinum, tá tey vunnu heili 38 heiðursmerkir á Tórsbreyt í samband við FM Ung 2013. 8 gull, 20 silvur og 10 bronsuheiðursmerkir bleiv býtið, og flest allir íðkarar komu aftur við heiðursmerki.
Í øllum aldursbólkum har Treysti hevði umboðan vunnu tey heiðursmerkir. Eftir at tey komu norður, fóru tey í felagshølið í Badmintonhøllini at fáa sær ein bita og hugna sær, saman við familjuni.
Flestu av teimum sum luttóku, hava vant dúgliga alt summar, og nógvir eru túrarnir hjá fleiri teirra út á Svangaskarð tvær ferðir um vikuna til venjingar. Venjingatúrarnir úti á Svangaskarði vístu seg aftur í góðu úrslitunum, sum tey komu norður við.
– Eg skal onki taka frá nøkrum ungum íðkara, men høvdu umstøðurnar til frælsan ítrótt verið betur í Klaksvík, so er als ongin ivi um, at Treysti hevði havt nógv fleiri íðkarar við og vunnið nógv fleiri heiðursmerkir í FM Ung, sigur Guttorm Sørensen, venjari hjá Treysti.
Í Treysti vóna tey, at góðu úrslitini hjá ungu íðkarunum, bæði í ár og undanfarin ár,fara at gera tað, at umstøðurnar til frælsan itrótt verða raðfestar frammarlaga í Klaksvíkar Býrað. Treysti, sum er eitt stórt og virkið felag, er helst einasta ítróttarfelag í býnum, sum enn ongan leikvøll hevur!
Niðanfyri sæst hvør hevur vunnið heiðursmerkini, sum Treysti vann í FM Ung 2013.
Gentur 8-9
Vibeka Sivertsen vann tvær silvur og Maria Josephsen eina silvur og eina bronsu. Vibeka vann sínar í 400m renning og longdarlopi, og Maria vann sínar í bóltkasti og kúlustoyti.
Gentur 10-11
Maria Biskopstø, Birita Ryan og Óluva Allansdóttir Joensen gjørdu bart í hesum bólkinum og vunnu allar kappingarnar. Birita vann gull í 60m, Maria vann gull í 300m og 600m, og Óluva vann gull í longdarlopi, bóltkasti og kúlustoyt. Harumframt vann Maria silvur í bóltkasti og bronsu í longdarlopi og kúlustoyti, meðan eisini Birita vann bronsu í 300m rennningi. Harumframt vunnu tær 10-11 ára gomlu genturnar silvur í 4x100m boðrenning saman við Vibeku.
Gentur 12-13
Hesar genturnar vunnu fýra silvur og tvær bronsur. Oddvør Josephsen, sum var darvað av sjúku, vann silvur í 80m, 300m, og 600m. Eskilda Bjarnadóttir vann silvur í spjótkasti og Elin Kristina vann bronsu í 600m og kúlustoyti. Í 4x100m boðrenningini vunnu tær tríggjar silvur saman við Rutt Gregersen, og í 4x200m blandað boðrenning bleiv tað eisini til silvur til Oddvør og Elin Kristinu, saman við Hans Sivertsen og John Hermann Fuglø.
Dreingir 12-13
Her vóru tað Norðdepilsdreingirnir John Hermann Fuglø og Hans Sivertsen, sum luttóku. John Hermann vann tríggjar silvur í ávikavist 80m, 300m og 600m, og eisini tvær bronsur í longdarlopi og kúlustoyti. Hans vann silvur í kúlustoyt. Og sum omanfyri nevnt, so vunnu teir eisini silvur í 4x200m blandað boðrenning.
Gentur 14-15
Monika Pernille Jacobsen vann silvur í kúlustoyti, og í 4x200m boðrenning vunnu Martha Josephsen og Paulina Fuglø bronsu saman við John Hermann og Gunnar Sivertsen.
Dreingir 14-15
Her luttóku Gunnar Sivertsen og Hans Jákup Glerfoss. Gunnar vann gull í 800m, silvur í 100m, kúlustoyti og spjótkasti, og harumframt bronsu í 300m. Hans Jákup luttók í 300m og gjørdist nummar fýra.
Dreingir 18-19
Her vunnu Marnar Djurhuus og Einar Gregersen ávikavist gull og silvur í 800m renningini.
Boðrenningar
Boðrenningarnar góvu trý silvur og eina bronsu.
Leinkja til øll úrslitini er her.
Myndir eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni á www.hvirlan.fo.




