Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Triathlon: FM í Triathlon verður komandi sunnudag

(Norðlýsið – Tíðindi)

Sunnudagin verður kappast um føroyska meistaraheitið í triathlon, og kappast verður í sokallaða OL-teininum.

Sunnudagin tann 17. september skipar Føroya Triathlon Felag fyri FM í triathlon.

Fyri tveimum vikum síðan bleiv kappast í tí sokallaða sprint-teininum, men hesa ferð verður teinurin væl longri.

Luttakararnir skulu fyrst svimja hálvan annan kilometur, síðan súkkla 40 kilometrar og at enda renna 10 kilometrar.
Tað verður sum sagt kappast um føroyska meistaraheitið á hesum teini, men eins og fyri tveimum vikum síðan verður aftur hesa ferð kappast í 1/12 triathlon. Hetta er fyri at fólk við áhuga fyri triathlon kunnu sleppa at royna seg. Teinurin er bert 350 metrar svimjing, 10 kilometrar súkkling og tríggjar kilometrar renning.

Tveir teinar
Ætlar mann sær at luttaka á OL-teininum gongur leiðin á súkkluni frá Svimjihøllini í Gundadali til Kaldbak. Her verður vent, og leiðin gongur so til Kaldbaksbotn, har vent verður við oynna. Leiðin gongur síðan aftur til Kaldbak, har vent verður, og so gongur leiðin aftur til Rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, og síðan oman á mál við Plantusøluna (Hvítanesvegur). So skal rennast og renniteinurin er frá Plantusøluni til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og aftur til Plantusøluna. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir.

Ætlar mann sær at luttaka í 1/12 triathlon verður súkklað frá svimjihøllini til Rundkoyringina við Skansan, niðan til Rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, oman aftur til Skansan, og síðan á mál við Plantusøluna. Renningin verður frá Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu, eftir gøtuni aftanfyri Plantusøluna, og út á Hvítanesvegin aftur. Teinurin er umleið ein kilometur og skal tí rennast tríggjar ferðir.

Kappingin byrjar sunnudagin kl. 13.00 og luttakarar og hjálparfólk skulu møta 12.30.

Tað ber til at tilmelda seg til kappingina á www.triathlon.fo.