Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Triðja fløgan hjá Una Arge útkomin

Tíðindaskriv

“Meðan vindurin strýkur” kallast triðja fløgan hjá Una Arge, sum plátufelagið Tutl gevur út í dag. Á fløguni eru 10 sangir, sum Uni Arge hevur skrivað. Á fløgunum “Mitt í sjónum” frá 2007 og “Meldurtíð” frá 2009 vóru tilsamans 24 sangir, so sangkatalogið hjá Una er nú vorðið rættiliga trivaligt.

“Meðan vindurin strýkur” kallast triðja fløgan hjá Una Arge, sum plátufelagið Tutl gevur út í dag. Á fløguni eru 10 sangir, sum Uni Arge hevur skrivað. Á fløgunum “Mitt í sjónum” frá 2007 og “Meldurtíð” frá 2009 vóru tilsamans 24 sangir, so sangkatalogið hjá Una er nú vorðið rættiliga trivaligt.

Á nýggjastu fløguni eru eisini stakløgini “Rúm” og “Morgindagar,” sum hava verið nógv at hoyrt, síðan tey vórðu latin útvarpsrásunum í 2010 og 2011. Nakrir av nýggjastu sangunum eru sosialrealistiskar lýsingar, sum knýta seg at kjakinum um, hvussu fólk kunnu fáast at støðast í Føroyum.

Ein sangur, “Sum ein millión,” kom ikki við á “Meldurtíð” í 2009, tí sangurin “Býarmynd” varð valdur framum. Nú er “Sum ein millión” komin til heiður og æru á nýggju fløguni. Hann snýr seg um eina kvinnu, sum umhugsar at rýma, men samstundis óttast fyri at brenna tær brýr, hon kennir.

Heitislagið “Meðan vindurin strýkur” lýsir strevið hjá mammuni við trimum børnum í trongu íbúðini, og “Hví er jørðin rund” er um ævigu toganina millum mót og máttloysi. “Skærasta tíð” er ein sorgblíð heystarlýsing við nógvari ferð, og “Sólin hon sær” varð skrivaður í summar, tá veðrið var so gott sum sjáldan áður.

Kristoffur Mørkøre hevur framleitt seks sangir, Niclas Johannesen tveir og Jákup Zachariassen ein. Sangurin “Nú dansar hon” er upptikin live við sangi og guitara. Aðrir tónleikarar eru Brandur Jacobsen, Uni Arge, Ólavur Olsen og Gunnar Guttesen, og Rókur Jákupsson syngur kór á tveimum sangum. Húsan hevur Janus Kampmann hjá 1xpetur gjørt.

Meðan vindurin strýkur” fæst á øllum sølustøðum hjá Tutl.

vinarlig heilsan vegna Tutl

Kristian Blak

Harleywoodpaint