Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Triðja javnaðarkvinna í formansskapinum

Tíðindaskriv

Nú Heðin Mortensen er farin í landsstýrið hevur Helena Dam Á Neystabø, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, tikið sæti í formansskapi Løgtingsins sum 1. næstformaður. Helena er triðja javnaðarkvinna í formansskapinum.

Hóast alsamt fleiri kvinnur verða valdar á ting, so eru tað einans fýra kvinnur, sum eru valdar í formansskapin – tríggjar teirra fyri Javnaðarflokkin. Marita Petersen, sála, var løgtingsformaður frá 1994 til 1995, Lisbeth L. Petersen sat í formansskapinum frá 1990 til 1998 og Katrin Dahl Jacobsen sat í formansskapium frá 2004 til 2008.  

–    Eg gleði meg at taka lut í arbeiði formansskapsins, og eg vóni, at vit fara at tryggja góð úrslit og góðar arbeiðsumstøður, sigur Helena Dam á Neystabø.