Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Triðja viðgerð av fíggjarlógini er í løtuni

Jákup Ósá

Andstøðan er kritisk, men fegnast eisini um nakrar av broytingunum millum aðru og triðju viðgerð.

Andstøðan er kritisk, men fegnast eisini um nakrar av broytingunum millum aðru og triðju viðgerð.

Sambandsflokkurin fegnast um, at nakrar av broytingunum síðani aðru viðgerð eru til tað betra. Hinvegin hevur m.a. Bjørn Kalsø verið sera kritiskur móti, at tað eftir hansara tykki er ein niðurraðfesting av handverkera útbúgvingunum. Bjørn helt eisini, at íløgurnar nærum bara vóru gjørdar í høvuðsstaðnum og tað helt hann vera skeivt, tí búskapurin runt um í landinum tolir fleiri íløgur í løtuni. Harafturat hevur nakað av kjakið verið um rakstrarútreiðslurnar, sum fleiri andstøðulimir halda vera ov høgar. Viðgerðin av fíggjarlógini í løgtinginum kann síggjast HER

Seinni eru hesi málini á skránni:

2.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.42/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2016

3.2. viðgerð: Løgtingsmál nr.26/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2016 (Saltsilo)

4.1. viðgerð: Løgtingsmál nr.48/2016: Uppskot til løgtingslóg um miðlastuðul(Miðlastuðulslógin)

5 .Framløga