30. nov. kl. 20.20 er triðja tiltakið í røðini Vinnu- og mentannarkvøld í Spaniastovu.
30. nov. kl. 20.20 er triðja tiltakið í røðini Vinnu- og mentannarkvøld í Spaniastovu.
Seks fólk sum virka á ymiskum økjum koma at greiða frá, hvørji nýggj hugskot inspirera tey og hvat tey síggja í teirra nærmastu framtíð:
• Osbjørn Jacobsen, arkitektur, tekur støði í Biskopstorgið – ein nýggj vísjón!
• Pól Sundskarð, ekstremítróttarmaður, tekur støði í Út úr boksini!
• Mimmy Vágsheyg, kafé eigari, tekur støði í Úr saltfiskalastini á kafé!
• Sóley Heradóttir, ráðgevi, tekur støði í Føroyar – ein íverksetaratjóð?
• Mikkjal Thomassen, venjari, tekur støði í Hví skal KÍ út í Evropa?
• Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, tekur støði í Klaksvík í 2020!
Tiltakið byrjar við einum fyrilestri frá Rana Nolsøe, Cand. Tech. Soc. Hann kemur at tosað um tann týdning, sum nýhugsan og nýggj hugskot hava haft fyri menningina av tí føroyska samfelagnum í søguligum høpi.
Vælkomin til eitt kvøld, har vit útilokandi seta nýggj hugskot og nýhugsan á skránna út frá ymiskum vinklum. Leikkafé bjóðar ábit og okkurt leskiligt. Dyrnar lata upp kl. 19.20.
Ókeypis atgongd!




