Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir filmar í Atlantis millum jól og nýggjár

Høgni Klakkstein

"Casino Royale", "Krummerne – nu er det jul igen" og "Vejen Til Betlehem – (The Nativity Story)"

Casino Royale 



Slag : Action ævintýr 



Longd : 02:25. 



Aldursmark : 11 ár.



Kostn. kr. 80,-



Leikarar : Mads Mikkelsen, Judi Dench, Daniel Craig, Eva Green, Jeffrey Wright 



Daniel Craig er 007 – James Bond. Tann mest eiggiligi og effektivi agenturin í loyniligari tænastu hjá Hennara Hátign. Múgvandi maðurin aftanfyri hópin av internationalum terror ætlanum eitur Le Chiffre – tann leiklutin hevur Mads Mikkelsen – og hann avbjóðar Bond við pokerborið í Casino Royale. Tað er nógvur vági í luftini, Bond má eisini vera til reiðar at taka sær av gentunum Eva Green og Caterina Murino, samstundis má hann megna at snúgva sær undan øllum lívshættisligu fellunum hjá Le Chiffre. Hetta er tann fyrsta filmatiseringin av tí fyrstu James Bond-søguni, sum rithøvundurin, og fyrrverandi MI6- agenturin, Ian Flemming skrivaði.

Casino Royale verður sýndur 22.12.06. & 23.12. Kl. 21:00. 

Og aftur frá 26.12 til og við 30.12.06 kl. 22:15. 





Krummerne



Slag : Skemtifilmur 



Longd : 01:30. 



Aldursmark : einki. 



Kostn. kr. 70,- 



Leikarar : Waage Sandø, Dick Kaysø, Jamie Morton , Birthe Neumann, Peter Schrøder, Neel Rønholt, 



Krumme er 12 år og tror på julemanden, så meget at han vædder med hele klassen om, at han findes. Den der vinder, får et kys af Yrsa. Oppe hos julemanden er den helt gal. Julemor har sidste jul ved en fejl givet forbryderen Ivan sin julebog i gave. Nu kan julemanden ikke få den magiske grød, da opskriften på den gode grød er i bogen, og så er det slut med julemanden og julen. Nissepigerne Stella og Nova tager ud for at finde bogen men forgæves. Hjemme hos Krumme er der heller ikke meget jul. Lillebror Grunk tror kun på Dracula, Far mener ikke de har råd, Stine dyrker solen og Mor skal på kursus for at blive leder af gul stue i den børnehave, hvor hun arbejder. Men så arver far et gods… tror han, det viser sig kun at være et gammelt ur, som er nøglen til julemandens hemmelige lager, hvor der ligger en kopi af julemandens bog i en glaskiste. Hvis Krumme kan få fat i den bog, kan han redde julemanden og julen og bevise, at julemanden findes. Men røverne Boris og Ivan vil også ind på julemandens lager. Nu går den vilde jagt for at komme først ind på julemandens lager. Alt i alt en ganske almindelig jul hos Krummerne.

Krummerne verður sýndur frá 26.12.06. til og við 30.12.06. kl. 17:00. 





Vejen Til Betlehem (The Nativity story)



Slag : Drama 



Longd : 01:41 



Aldursmark : 7 ár. 



Kostn. 70,- 



Leikarar : Shohreh Aghdashloo, Keisha Castle-Hughes, Hiam Abbass, Oscar Isaac. 



Í lítla býnum Nazareth, høvuðsstaðnum í Galilæa, stríðast unga gentan Maria og foreldur hennara, við at halda svongd og elendigheitini burtur. Tað eru harðar tíðir í Nazareth, øll mugu dríva á at arbeiða fyri at megna at gjald tann nógva skattin, sum landsins kongur, Heródis, krevur inn. Tá tann ungi timburmaðurin Jósef kemur til Nazareth frá Betlehem og biður um Mariu, er tað sum ein gáva send úr himli. Jósef er kendur fyri at vera hart arbeiðandi og dugnaligur handverkari, so hann vil nokk verða ein góður maður hjá tí ungu Mariu, tískil verður hansara umbøn góðtikin í stundini. Stutt eftir hetta fær Maria vitjan av einglinum Gabreil, sum fortelur henni, at hon er útvald av Gudi til at føða son hansara, og hon skal kalla hann Jesus. Gabreiel fortelur henni eisini, at Elisabeth fer at føða ein son, sum skal eita Jóhannis, og hann fer at gera alt klárt til Jesus. Tá Maria hoyrir hetta, fer hon í stundini at vitja Elizabeth, tí hon vil vera hjástødd til føðingina. Tá Maria kemur aftur til Nazareth, frættist skjótt at hon eisini er við barn. Fyri at verja hana vitjar Gabriel Jósef og greiðir honum frá støðuni, og Josef lovar at hann fer at rokna Jesus sum sítt egna barn og verja hann móti øllum vandum. Men í november útskrivar Heródis kongur løgskipan, sum sigur at alt landi skal skrivast í manntal, og at øll skulu venda aftur til sína føðibygd fyri at lata seg innskriva. Hetta merkir, at tann nú langt komna Maria og Josef mugu ferðast allan tann langa og vandamikla vegin aftur til Betlehem…

Vejen Til Betlehem (The Nativity Story) verður sýndur frá 26.12.06. til og við 30.12.06. kl. 19:00. 



Atgongumerki fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis ½ tíma undan filmssýningum.