Ein hevur sína dagligu gongd uttanlands, meðan hinir báðir spæla í KÍ. Jóhan, Jákup og Ólavur eru úttiknir til U19 landsliðið.
Fsf.fo skrivar: Í døgunum 6. til 14. november fer føroyska U19-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Montenegro. Umframt Føroyar og vertslandið, verða Kroatia og Kypros eisini við í kappingini.
Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen eru venjarar hjá U19-liðnum, og teir 18, ið landsliðsvenjararnir hava úttikið til kappingina, eru hesir:
Rói Hentze, B36
Rói Zachariassen, AB
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Andri Benjaminsen, NSÍ
Petur í Túni Petersen, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen, Sønderjyske (DEN)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur
Hjalti K. Djurhuus, HB
Erlendur Magnusson, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
Hannes Agnarsson, B36
David Muller, AC Horsens (DEN)
Teit Jacobsen, HB
Pætur J. Petersen, B36
Skráin
Mikudagin 9. nov.: Føroyar – Montenegro (kl. 11:00 fø. tíð)
Fríggjadagin 11. nov.: Kroatia – Føroyar (kl. 11:00 fø. tíð)
Mánadagin 14. nov.: Kypros – Føroyar (kl. 10:00 fø. tíð)




