Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir nýggir stjórar vitja Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Tríggir týðandi mentanarstovnar fáa nýggjar stjórar í næstum; teir eru Tjóðsavn Føroya, Føroya Landsbókasavn og Kringvarp Føroya

Tríggir týðandi mentanarstovnar fáa nýggjar stjórar í næstum; teir eru Tjóðsavn Føroya, Føroya Landsbókasavn og Kringvarp Føroya

Í hesum sambandi bjóðaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, teimum trimum nýggju stjórunum til lítla óformella móttøku í Mentamálaráðnum í dag.

Landsstýriskvinnan ynskti stjórunum til lukku við størvunum og blíðan byr við komandi avbjóðingunum.

Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum, og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavni Føroya, taka við tann 1. august 2017, og Johnny í Grótinum verður nýggjur kringvarpsstjóri frá 1. september 2017.