Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir spildurnýggir stjórar og ein gamalur í garði

Oliver Joensen

Almen móttøka var í býráðshúsunum í Klaksvík ídag fyri nýggju kommunustjórunum : Tummas Eliassen, kommunustjóri, Palli Ziskason, vinnu- og mentanarstjóri. Karl Jákup Ósá, tekniskur stjóri og so okkara fyrrverandi býráðsskrivar John Færø, ið nú er settur sum trivnaðarstjóri.

Nógv fólk vóru samankomin at ynskja teim fýra stjórunum tillukku við størvunum. Kanska løgdu vit merki til fleiri aðrastaðni frá í landinum, ið høvdu ómakað sær hendavegin til høvið.

Sum eitt sera áhugavert klípið til móttøkuna, høvdu Dávur Winther, Torkil Mørkre, Hans Hjalti Skaale og Kristoffur Olsen, allir starvsfólk hjá kommununi eina sera áhugaverda sangframleiðslu.

Dávur Winther skipaði móttøkuna, og borgarstjórin helt røðuna fyri nýggju stjórunum, eisini segði Andrias Andreasen frá Eysturkommunu nøkur orð.