Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggjar nýggjar hvalvágir hava fingið fyribilsgóðkenning

Helgi Abrahamsen

Borðoyarvík, Skálafjørður og Kollafjørður eru nú góðkendar hvalvágir.

”Hesi støð eru fyribils eisini góðkend sum hvalvágir: 1) Norðoyar: a) Borðoyarvík, millum Flesjar og Hellisenda. 2) Eysturoy: a) Skálabotnur, á sandinum. 3) Streymoy: a) Kollafjørður, á Lygnnesi.” Tað stendur í eini kunngerð, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður lýsti hósdagin.

Kunngerðin hevur verið leingi ávegis, og hon var send til hoyringar í juni. Freistin at svara var 18. juli.

Umframt nevndu broytingina verður eisini fleiri aðrar broytingar gjørdar í kunngerðini. Gamla kunngerðin um grind var frá 2013.