Hjá Synergi hava vit áhaldandi fokus á at røkka einum tørvi hjá okkara viðskiftafólkum. Ein av hesum er at fáa styttri eftirútbúgvingar, har tú veruliga kemur í dýbdina innan títt øki. Í vár – 2021 – kunnu vit bjóða 3 sera góðar styttri eftirútbúgvingar, sum allar hava fingið toppkarakter frá okkara luttakarum.
ÚSSM 2021
Byrjar 4. februar 2021 | 6 modul + telduskeið og coaching
ÚSSM er ein útbúgving fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk. Her fara vit í dýbdina innan fleiri tema, sum eru viðkomandi hjá hesum starvsbólkum. Eitt nú um persónligan effektivitet og megi, um hvussu vit samskifta klárt og týðuligt og at handfara strongd og ósemjur, um at fáa kreativitet í gerandisdagin, um positiva sálarfrøði, telduskeið vm.
Gleð teg til eitt ½ ár, har tú kemur at læra, hvussu tú kanst mennast og trívast betur sum menniskja. Bæði á arbeiðsplássinum og heima.
Les alt um útbúgvingina her
MiniMBA
– Kom við á MiniMBA’liðið
Byrjar 21. januar 2021 | 6 modul
Við at taka eina MiniMBA her hjá Synergi, lærir tú, hvussu tú kanst fáa tína leiðslurollu at kennast nógv lættari, óansæð hvørjum leiðarastarvið tú situr í. Steen Hildebrandt, professari, er helst størsta navnið í Danmark innan leiðslu. Tí er tað ikki av tilvild, at Aros hevur biðið hann lagt grundina fyri MiniMBA’ini, sum vit bjóða út í Føroyum í samstarvi við Aros Business Academy.
Steen Hildebrandt veit, hvat krevst av einum MBA. Hann hevur tryggjað, at siðbundnu MBA-prinsippini eru løgd inn í okkara Mini MBA, og hevur valt út nakrar av bestu undirvísarum í Danmark. Tí eru vit errin av at siga, at vit hava gjørt samstarv við Aros, um at bjóða hesa Mini MBA út í Føroyum, ein Mini MBA, ið hevur eitt fakligt støði, sum hevur uppiborið MBA-heitið.
Kom og lær at taka væl undirbygdar avgerðir. Fyrr hevði tú kanska eina kenslu av, at tað var meiri tín egna lummafilosofi, sum var grundarlag undir tínum avgerðum. Men nú fert tú at blíva nógv tryggari við tínar egnu avgerðir.
Les alt um útbúgvingina her
HR-Løgfrøði | Modul 1-3
Byrjar 10. mars 2021 | 3 modul
Tað eru nógv viðurskifti at halda skil á, tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. Tú verður undirvíst/ur í øllum reglunum frá A-Z.
Aftaná fert tú
at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera
at vera tilvitað/ur um, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka
at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum
Ein sera viðkomandi útbúgving fyri leiðarar, HR-leiðarar, fólk sum arbeiða við lønum, nevndarlimum í fakfeløgunum og onnur sum hava áhugað í sáttmálaviðurskiftum.
Les alt um útbúgvingina her



