Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trílemban í Akursmørk trívist væl

Oliver Joensen

Fríggjadagin í farnu viku lembdi ein ær í Akursmørk trí lomb. Bæði ærin og lombini trívast væl.

Tað er Ólavur Hvidbro, ið eigur ærina og hon ættað úr Krossdali í Múlahaga undan eini ær hjá Jóannesi Bólstein. Ólavur letur væl at trivnaðinum, bæði hjá ær og lombum. Tvey veðurlomb og eitt gimburlamb.