Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trímanabólkurin far ákoyringar

John William Joensen

– Tað er heilt fantastist at ein trímannanevnd kann koma við einum tilmæli sum eingin – sjálvt ikki serfrøðingar duga at greiða, segði Kári P. Højgaard

Undir viðgerðini av fyrispurninginum hjá Jacob Vestergaard kom fram at tingfólk ikki vóru nøgd við arbeiði hjá løgfrøðingunum sum hava sitið og viðgjørt umsóknina frá Kongshavnar Útgerðarfelag.

Kári P. vildi hava at vita hvat hetta arbeiði – sum nú hevði tikið meira enn í ein mánaða at veiðgera – hevði kostað landskassanum.

John Dahl vísti á at sambart eini heimasíðu hjá einum advokatvirkið hevði arbeiði hjá nevndini higartil kostað einar 800.000 krónur.

Kári visti á at bólkurin hevði eisini viðgjørt onnur mál.