Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TRÍVIÐ Í TRIVNAÐIN

Jógvan Andrias Joensen

Er Klaksvíkin við at kviknað á trivnaðarøkinum

Í grundini undrar tað meg at Gunvá við Keldu í grein síni á nordlysid.fo undrast á at talið av Norðoyingum, sum hava fingið tillutað pening úr Mentanargrunni Landsins til starvslønir, er niðanfyri 5.

Gunvá við Keldu hevur hvørki, sum fyrrverandi forkvinna í mentanarnevndini ella fyrrverandi borgarstjóri, raðfest mentanina serliga høgt. Og søguliga hevur flokkur hennara gingið ímóti rákinum, tá talan hevur verið um at menna almenna og kommunala geiran á mentanarøkinum. Um greinin er byrjanin til komandi valstríð um forkvinnusessin í mentanarnevndini skal verða ósagt

Ein kundi hildið at tørvandi mentanarpolitikkur lokalt var ein grundgeving fyri at menta-/ listafólk søktu úr Mentanargrunni Landsins, men onki talar fyri hesum. Helst eru aðrar grundir til tess!

Eftir míni meting er ein orsøk, at mentanarøkið í Klaksvík (her undantiki skúlaøkið) hevur verið rættiliga undirmett av ráðandi politisku myndugleikunum síðani miðskeiðis í 1980’unum. *

Jaligar vendingar hava verið frammi, serliga undan valum, men sum øll vita, er tað ókeypis at kasta um seg við ljómandi lýsingar- og lovorðum.

Stríð í mótstreymi

Hóast nevndu gongd hava fleiri feløg við eldsálum stríðst og kempað innan frítíðar- og mentanarøkið í mong ártíggir.

At Klaksvíkin er við at kvikna á mentanarøkinum, hava frítíðar- og mentanarfeløg og eldsálir í býnum uppiborið stóra tøkk fyri!

Sitandi býráð hevur nýliga tikið stig til at menna gamla posthúsið til mentanarhús og um árskiftið var mentanarheiðursløn latin navnframum mentamanni í Hósvík!

Jú, tað er í tøkum tíma, at vend er við at koma í – tað bæði merkist og sæst!

Skal Klaksvíkin, sum einaferð gekk undan innan fleiri greinar á mentanarpallinum, halda tørn og taka seg fram aftur, eigur trivnaðurin at setast á breddan. Til hetta endamál er ein savnandi yvirskipað ætlan innan mentanar- og trivnaðarøkið eitt gott amboð!

Trivnaðarkósin

Hvørki nú ella í framtíðini verður tað Mentanargrunnur Landsins, sum bjargar nøkrum menta-/ listafólki í Norðoyggjum, ei heldur mentanini sum heild.

Tað er sum at koma sum ketta úr høvdatrogi, at andstøðuleiðarin, nú farið er um Kyndilsmessu 2014, roynir at eggja norðingum til at søkja almennan stuðul. Men vónandi er upprópið frá Gunvá við Keldu meir enn eitt “ynkeligt ekkó” frá fortíðini.

Vónandi er tað eitt úrslit av at vend er komin í og at kjakið um eina miðvísa mentanar- og trivnaðarætlan er byrjað!

Livst so spyrst!!!

JA á trivnaðarveingjum 11.februar 2014

*Vónandi tekur onkur stig til at granska mentanarsøgu norðoyinga!