Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trolararnir havt gott fiskarí síðstu dagarnar

Jákup Ósá

Fuglaberg og Skoraberg landa í dag og eitt annað par væntast inni við fullari last seinni í vikuni.

Fuglaberg og Skoraberg byrjaðu at fiska 10. februar og hava roynt eystanfyri. Teir hava tilsamans 290.000 pund, har størsti parturin er upsi. Stjørnan og Polarhav hava næstan fingið uppí og landa væntandi seinni í vikuni.

Fiskiskapurin hevur annars í longri tíð verið vánaligur, men síðstu dagarnar hevur bragdað.