Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trølla Omman leypur av Ennibergi

Oliver Joensen

Fyri fyrstu ferð nakrantíð, er ætlanin at leypa útav Ennibergi við fallskýggja.

Um veðri er til tað, so ætlar Trølla Omman at leypa av Ennibergi hósdagin kl. 13.00. Trølla Omman hevur altíð verið ein heilt serlig omma og hesa avbjóðingina ræðist hon heldur ikki.
Omman hevur fyrr lopið úr tyrlu við fallskemi, men hesaferð rennur hon við fullari ferð út av Ennibergi. Úti í verðini verður hetta kalla BASE-Jump og stendur tað fyri (Building, antennae, spans, earth).
Meiningin er at filma hesa stór hending, og skal tað brúkast í komandi filmi við Trølla Pætur.
Í ommuni hesaferð verður tað amerikanarin Mike Berwick. Mike er 30 ára gamal og kemur úr bynum St. Paul í Minniesota. Hann undirvísir eisini í faldskems-útlopið. Tað er MBM sum hevur bjóða Mike til Føroyar.