Leygardagin 4. februar fara Trølla Pætur og hansara garvilla Trølla Omma til Danmarkar, har tey millum annað skulu upptraðka í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Tað hevur leingi verið ætlanin at vitja í Danmark, tí bæði donsk og føroysk børn spyrja javnan eftir trøllinum. Nú er so møguleikin hjá føroyingum uttanlands at uppliva fittasta trøllið í ríkinum og ta populeru Trølla Ommuni. Tann so mangan óstýriliga omman, væntar at hon á ferðini fær frið fyri Erlingi polisti, soleiðis at hon veruliga kann vísa øll síni trøllakynstir og ikki minst hvat ið hon dugir innan rocktónleik. Og tískil kunnu vit vænta at uppliva eina enn villari og stuttligari ommu.
Á ferðini í Danmark vóna Trøllapætur og omman, at tey eisini sleppa at heilsa uppá lítla prins Christian, og tískil er trøllababy við tveimum høvdum eisini sloppin við.
Tiltakið verður í Føroyahúsinum leygardagin 4. februar klokkan klokkan 3 seinnapartin og atgongumerki kostar 50 krónur. Vaksin hava bert atgongd saman við børnum. Eftir trøllashowið er møguleiki at taka myndir av børnunum saman við føroysku trøllunum.




