Í dag fóru Trølla Omman og Trølla Pætur til Ísland. Umframt at upptrakka á fleiri støðum um vikuskifti, so skulu tey eisini læra eitt íslendskt par at spæla trøll, tí íslendingar vilja hava teirra egna Trølla Pætur og teirra egnu Trølla Ommu.
Niclas Heri sigur í stuttari viðmerking í morgun, at tað byrjaði fyri einum hálvum ári síðani, tá fingu vit vitjan av einum íslendska útgávufelag, sum vildu geva Kular Røtur og Trølla Pætur út í Íslandi. Henda fløga kom út í Íslandi fyri tveimum vikum síðani og gongur sølan so mikið væl og nú er eftirspurningur eftir trøllunum.
Íslendingar hava gjørt eina heimasíðu har tað ber til at lurta eftir tí íslendska Trølla Pætur. Tað ber til við at fara inn á
Vit á Norðlýsinum ynskja trøllunum góða eydnu í Íslandi.




