Jóna Skorheim, ið er fødd og uppvaskin á Trøllanesi, greiðir frá sínum barnaárum við myndum og søgum.
Nógv er broytt seinastu árini í Føroyum, men broytingarnar hava rakt okkara lítla samfelag sera ymiskt, eisini í mun til tíðarskeið. Jóna Skorheim, ið er fødd og uppvaskin á Trøllanesi, greiðir frá sínum barnaárum við myndum og søgum.
Hóast Føroyar kann tykjast lítið, so er tað áhugavert, hvussu stórur munur var millum útoyggjarnar og so størri bygdirnar í Føroyum í 50 ‘árinum. Eitt nú á Trøllanesi var ongin el-veiting, bert sjóvegis samband og skúlagongdin var triðjuhvørja viku.
Tað var nakað heilt serligt at ganga á skúla í Trøllanesi. Lærari kom til dømis bara til Trøllanesar triðjuhvørja viku, og tað var nakað, sum vit sóðu fram til.
Tíðirnar vóru so øðrvísi tá. Til dømis mátti lærarin steðga undirvísingini viðhvørt, tí hann mátti leggja afturat komfýrinum, so ikki slóknaði út. Onkutíð bað hann onkran næming fara norður um skúlan eftir koli, tí tað manglaði í, greiðir Jóna frá.
Jóna fer millum annað eisini at greiða frá, hvussu summarið bleiv brúkt, um samferðslu og hvussu tey sum børn hjálptu til við at hoyggja, seyðahaldi og øðrum. Eisini tá ið gestir komu á vitja. ´
Jú, nógv er at siga frá!
Hugnaløtan verður í Smæruni í dag mikudagin kl. 16.00.
























