Tað er Jákup Marnar Anthoniussen, ið er settur í starv, sum staðbundin arbeiðsmaður á Trøllanesi og í Mikladali, hettar skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu mikudagin.
John D. Olsen:
Jákup Marnar hevur drúgvar royndir við kommunalum arbeiði. Hann hevur í fleiri ár arbeitt á Klaksvíkar Grótvirkið. Tey seinnu árini hevur hann verið leiðari.
Sum tað liggur í hugtakinum, so skal Jákup Marnar verða bundin at arbeiðinum í hesum báðum norðastu bygdunum á Kalsoynni, sum fyri skjótt 3 árum síðani gjørdust partur av Klaksvíkar Kommunu. Afturat honum verða tvey hjálparfólk sett, eitt á Trøllanesi og eitt í Mikladali, sum hann kann heita á eftir tørvi.
Arbeiðið við at røkja bygdirnar hevur av ymiskum orsøkum ligið á láni seinastu tíðina. Við at seta Jákup Marnar Anthoniussen í starv, verður aftur farið miðvíst til verka, við at viðlíkahalda og fríðka um bygdirnar.
Fótbóltsvøllurin
Eitt tað fyrsta í liggur í kortunum er eitt stórt arbeiðið, sum skal gerast við fótbóltsvøllin í Mikladali. Mentanardeilin hevur fingið játta 3000.00,- til at bøta um umstøðurnar rundan um fótbóltsvøllin.
– Sum eg skili, hevur Mentanardeildin fingið hendan peningin til at brúka í ár. Tí er tað neyðugt at byrja við at gera hetta arbeiðið beinan vegin. Ætlanin er at gera eina girðing rundan um vøllin; tí fara vit at stoypa ein sokkul rundan um, ið girðingin skal standa í. Eg eri ikki heilt greiðir yvir, um eitt nýtt graslíki verður lagt á samstundis, men skilabest hevði verið um tað eisini varð gjørt.
Viðarlundin
Annars er tað rættiliga nógv onnur ting sum skulu gerast. Viðarlundin hon hevur ligið í órøkt í langa tíð. Hon líkist mest einum hurlivasa, og er tað ikki gangandi inni í henni. Ein tjørn er mitt í viðarlundini, men tað er nærum ikki komandi at henni og so líkist hon als ikki eini tjørn. Ætlanir hava leingi verið um at gera nakað við viðarlundina, og nú røkist fyri at okkurt munagott verður gjørt við hana.
– Tann stóra viðarlundin í Mikladali skulu vit hava uppá pláss. Hon er ein stór fløkja. Eg havi gjørt mær onkrar tankar um, hvussu vit kunnu fáa hana upp at koyra aftur. Eg hugsið um at tinna munandi út í henni, soleiðis at gangandi er í viðarlundini. Í hesum døgum tá nógv verður tosað um ferðavinnu, so haldi eg, at økið uppi við viðarlundina kann gerast til eina sanna perlu fyri ferðafólk.
Ferðavinna
Um vit hugsað um ferðavinnu, so er eingin ivi um, at Mikladalur og Trøllanes eru sera vakrar og áhugaverdar bygdir. Tá ferðandi koma á Kalsoynna, standa tey javnan og ikki vita hvat og hvussu. Tískil hevur eisini verið tosa um at gera okkurt meira miðvíst við at taka ímóti teimum ferðandi. Jákup Marnar vísir á, at ein Bretskur kamping-felagsskapur, hevur víst ónøgdsemi við kampingviðurskiftini í Føroyum. Hann heldur at okkurt munagott kann verða gjørt norðuri á Kalsoynni hesum viðvíkjandi.
– Tá vit tosa um ferðavinnu, so er tað upplagt at okkurt verður gjørt fyri at Kalsoyggin kann taka ímóti teimum ferðandi eisini um tey koma við kampingbilum. Eg ímyndi mær, at økið norðanfyri viðarlundina kann gerast til eitt gott og brúkaravinarligt kampingpláss. Ovari parturin av viðarlundini kann í hesum sambandi gerast til eitt spælipláss, har børn og barnsligar sálir kunnu spæla.
Tað dagliga
Fleiri onnur mál eru eisini sum skulu arbeiðst við. Eitt nú nevnir Jákup Marnar, at húskini í Mikladali og Trøllanesi ikki fáa stráluviðgjørt vatn. Hetta er nakað sum vit fara at gera nakað við. Kirkjugarðarnar skulu haldast við líka. Kloakkirnar, gøtuljósini og vegirnir krevja áhaldandi ábøtur.
– Samanumtikið so verður arbeiði hjá okkum at fríðka um bygdirnar og annars halda tær við líka, soleiðis at bygdafólkið kann trívast í teimum. Vit fara at leggja okkum eftir at arbeiða eftir tørvinum hjá íbúgvunum í bygdunum, og gera ábøtur og annað viðlíkahald, sum mest tørvur er á.
Nýggi staðbundni arbeiðsmaðurin byrjar í starvinum komandi mánadag.




