Tað mest ítøkiliga, sum kom burtur úr fundinum hjá Visit Kalsoy í Mikladali í gjár, var at Karl Johansen, borgarstjóri lovaði at parkeringspláss til 24 bilar skuldi gerast omanfyri bygdina á Trøllanesi.
Í viðtalu í dag, sigur Karl Johansen, at hann hevur sett sær sum mál, at parkeringsplássið á Trøllanesi, sum fyrst og fremst er ætlað ferðavinnuvitjandi, skal takast í nýtslu í mei mánaða í ár.
Økta talið av fremmandari vitjan á Trøllanesið hevur elvt til trupulleikar hjá teim fastbúgvandi, tí í hátíðini fyri ferðafólkavitjan, ber illa til hjá bygdafólkinum at arbeiða við traktorum, eitt nú tá heystið er fyri. Jóhannes Kallsgerð segði, tá Norðlýsið tosaði við hann í gjár, at traktorarnir eru so stórir, at teir taka nógv pláss á vegnum. Tá lítla parkeringsplássið niðri í bygdini er fult, hava gestir parkerað eftir bygdavegnum og tað hevur forða arbeiðinum bjá bøndrunum almikið. Tí er alneyðugt við einum nýggjum parkeringsplássi omanfyri bygdina, “Frammi í dalinum” og kanska eisini ein bumm niðanfyri tað parkeringsplássið, soleiðis at tey sum vilja longur oman, kunnu koma til gongu.
















