Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tromsø og 1 millión til Víking

Jákup Ósá

Andreas Lava Olsen og Geza Turi syrgdu í avgerandi løtunum fyri, at Víkingur kom víðari til næsta leikumfar í Europa League.

Andreas Lava Olsen kom inn og fekk javnað fyri Víking móti FC Daugava. 1-1 javnleikurin var nokk til at Víkingur kom víðari. Eftir útjavnandi málið fekk Daugava tveir risa møguleikar, men fyrst stórbjargaði Geza Turi og síðani bjargaði Hanus Jacobsen á málstrikuni. Har bíðar Tromsø úr Noregi, sum vann fyrra dystin 7-0 í sínum dysti móti FC Santos úr Estlandi. Harafturat kemur umleið ein millión(tað var upphæddin í fjør) í peningi til Víking fyri at hava vunnið seg víðari í kappingini.

Harleywoodpaint