Sunnudagin 15. desember letur upp listaframsýning við Tróndur Patursson.
Framsýningin umfatar, málningar, steinprent og glaslist.
Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og kemur Sirið Stenberg varaløgkvinna og landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum at røða.
Eisini verður tónleikur umframt okkurt lætt og leskandi til góman.
Møguleiki verður at heilsa uppá listamannin sjálvan og eru øll hjartaliga vælkomin á gátt.
Framsýningin hongur uppi til seinast í Januar 2025.



