Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trongt í toppinum

faroechess.com

Stutt er millum havnarmenn, vágamenn og klaksvíkingar eftir fyrstu tvey umførini í landskappingini í talvi. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý oddaliðini.

 

Dystirnir í øðrum umfari vóru sunnudagin.

Toppliðini hava verið eitt sindur skerd higartil. Á havnarliðnum sæst einki til Helga Dam Ziska, Martin Poulsen ella Olaf Berg, og sunnudagin vóru hvørki Carl Eli Samuelsen ella Sjúrður Thorsteinsson  við. Hjá Sandavági er saknur í Rógva Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania.

Hesin gjósturin hevur givið klaksvíkingum eitt gylt høvi til at leggja seg út í kappingina við hini bæði sigursvandu feløgini.

Kollfirðingar, sum eru nýggir í 1 deild, hava bitið frá sær. Unglingin á fjórða borði, Markus Jacobsen, hevur tikið øll á bóli. Í fyrsta umfari vann hann á Torkil Nielsen, nú syfti hann eisini Terja Petersen.  

 

1 deild (2. umfar)

Sandavágur – Havnin (B)  3½ – ½
Høgni Egilstoft Nielsen – Margar Berg 1 – 0
Silas Eyðsteinsson – Suni Merkistein ½ – ½
Jón í Horni Nielsen – Óli Joensen 1 – 0
Torkil Nielsen – Poul Poulsen 1 – 0

Klaksvík (B) – Havnin (A) 1½ – 2½
Finnbjørn Vang – Luitjen Akselsson Apol 0 – 1
Wille Olsen – Herluf Hansen ½ – ½
Ingolf Gaard – Elias Petersen ½ – ½
Janus Skaale – Heiðrikur Jacobsen ½ – ½

Kollafjørður – Klaksvík (A) 1½ – 2½
Árant Djurhuus – Ólavur Simonsen ½ – ½
Rógvi Mørkøre – Rani Baldursson 0 – 1
Karl M. Dahl – Heðin Gregersen 0 – 1
Markus Jacobsen – Terji Petersen 1 – 0

 

Støðan 1 deild
Havnin (A) 6½ stig
Sandavágur 6½
Klaksvík (A) 6 
Kollafjørður 2½
Klaksvík (B) 2
Havnin (B) ½

 

 

2 deild
Sandavágur – Klaksvík 2½ – 1½
Havnin (B) – Kongshavn 2 – 2
Toftir – Havnin (A) 2 – 2

Støðan
Klaksvík 5 stig
Toftir 4½
Havnin (B) 4½
Sandavágur 4
Havnin (A) 3½
Kongshavn 2½

 

3 deild
Kollafjørður – Vestmanna ½ – 3½
Havnin – Rókur ½ – 3½
Sandavágur – Gøta 1½ – 2½

Støðan
Rókur 6½
Vestmanna 4½
Gøta 4
Kollafjørður 4
Havnin 3
Sandavágur 2

 

Í fjórðu deild er bara eitt umfar telvað. Har eru liðini tíggju í alt.

Telvað verður aftur 10 november. Tá er triðja umfar á skránni. Í 1 deild verður tá telvað soleiðis:

Klaksvík (A) – Sandavágur
Havnin (A) – Kollafjørður
Havnin (B) – Klaksvík (B).