Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trúboðaraskipið “JUVEL II” fer til Hebridurnar

Oliver Joensen

Seinastu tvey árini eru trúboðaraferðir gjørdar við “JUVEL II” til grannalondini fyri sunnan, í mai 2011 til Hetlands, og í mai 2012 til Orknoyggjar.

Trúboðaraskipið “JUVEL II” fer til Hebridurnar

Seinastu tvey árini eru trúboðaraferðir gjørdar við “JUVEL II” til grannalondini fyri sunnan, í mai 2011 til Hetlands, og í mai 2012 til Orknoyggjar.

Nú verður aftur lagt frá landi, hesa ferð við kós til Hebridurnar. Við eru 15 fólk.

Hetta er fyrstu ferð, at Hebridurnar fáa slíka vitjan úr Føroyum. Samband er við eina kristna samkomu í høvuðsstaðnum í Hebridunum, Stornoway, ið hevur umleið 9.000 íbúgvar, umframt eru nakrar bygdir tætt við, ið telja umleið 3000 fólk. Stornoway er miðskeiðis á norðaru oynni.

Móðurmálið har er keltiska málið, men tey læra enskt í skúlunum og nýta tað í gerandisdegnum. Hebridurnar eru vestanfyri Skotland og partur av Bretlandi. Íbúgvaratalið í Hebridunum er: 26.500. Undir vitjanini fer ”JUVEL II” at liggja við bryggju í Stornoway.

Fráfaringarløta í samband við “JUVEL II” verður Kristi himmalsferðardag hósdagin 9. mai á vestaru bryggju í Havn, við sangi og tónleiki.

Skipari er Petur Anker Gaardlykker úr Vági. Ávegis úr Havn, leggur “JUVEL II” at í Vági og fer manningin at taka lut á møtinum í Betel kl.18 Kristi Himmalsferðarkvøld.

Siglt verður av Vági seinni um kvøldið, kl. 22.00. Áðrenn fráferðina verður ein fráferðarløta við felagssangi og tónleiki. Svenning av Lofti, evangelistur, ið er leiðari fyri ferðini, fer at halda røðu við fráferðina.