Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trummurnar fara at runga í Malmø

Jóhann Lützen

Men vit verða ikki við til næsta útidyst, tað strekkir ikki fíggjarliga til hjá okkum, siga teir báðir Tormundur og Høgni við Norðlýsið

 

Tá KÍ fer á vøllin týskvøldi í Malmø fara KÍ trummur at runga kring vøllin. Høgni Louisson Poulsen og Tormundur Danielsen trumma og halda lív í KÍ fjepparunum dystirnar á tamb. 

Teir vóru í Luxembourg og hoyrdust um allan leikvøllin. Men tað er kostnaðarmikið hjá teimum at fylgja teirra elskaða KÍ. So tað ber til at sponsorera teir og teir hava eisini fingið nakað av peningi inn, sum teir eru takksamir fyri, men tó ikki so mikið at teir sleppa undan at leggja í sjálvir. 

Vit hava lagt út sjálvir tí vit kunnu ikki ikki verða í Malmø. Men vit verða ikki við til næsta útidyst, tað strekkir ikki fíggjarliga til hjá okkum, siga teir báðir Tormundur og Høgni við Norðlýsið