Tað er ein heiður at verða við til at gera Grønland til ein part av USA, sigur Jeff Landry serligur umboðsmaður fyri Grønland
Donald Trump hevur í morgun sett Jeff Landry, sum serligan umboðsmann fyri Grønland. Jeff Landry er guvernørur í statinum Louisiana.
Tað er ein heiður at verða við til at gera Grønland til ein part av USA, skrivar Jeff Landry á sosiala miðlinum X.
Hetta vísur greitt at Donald Trump vil hava Grønland at gerast partur av USA ímeðan hann situr sum forseti, sigur altjóða greinarin hjá Berlingske Kristian Mouritzen.



