Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trupulleikar við yvirflatuvatni í Ánunum

Oliver Joensen

 Í gjárkvøldið vóru húski illa fyri í Ánunum av yvirflatuvatni, ið skolaði oman á túnið omanfyri húsini. Tey óttast fyri hvat hendur við kjallarahæddini, um hetta verður ein áhaldandi trupulleiki.

Tað sýnist sum um at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, hóast tað hevur ljóðað úr býráðshúsinum, at kommunan tekur sær av slíkum.

Vit vóru á staðnum og tóku nakrar myndir. Hóast tað ikki var lætt við myndatólinum í oysandi regninum, so sæst í hvussu so er á myndunum hvør trupulleikin er.