Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý løgin brotsspørk á somu hálvu í 1 ár

Jákup Ósá

Tað hevur ikki verði óvanligt, at Rúni Gaardbo hevur dømt brotsspørk í Gundadali, sum hevur sett øði í fólk.

Tað hevur ikki verði óvanligt, at Rúni Gaardbo hevur dømt brotsspørk í Gundadali, sum hevur sett øði í fólk.

Tað bleiv rættuligt rok eftir báðar dystirnar í Gundadali sunnudagin. Dómararnir komu í fokus, har bæði B36 og Víkingur hildu seg vera snýtt fyri avgerandi hendingar.

Rúni Gaardbo dømdi brotsspark til AB inni í yvirtíðini í dystinum móti B36. Video upptøkurnar vísa ikki nógv, sum bendur á, at talan er um rættan dóm. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at sami dómari dømir brotsspørk, sum fá ella eingi fólk síggja. Seinasta árið eru tvey onnur dømir um líknandi støðu og tað løgna í hesum er, at øll eru dømd á sama vølli, á somu hálvu og næstan á júst sama økið í brotssteiginum. Felags er eisini fyri øll brotsspørkini, at B36 er annað liðið. Í fjør var sera umstrídd hending, tá B36 og Víkingur spældu. Tá fekk B36 fyrimunin av einum brotssparki í seinastu løtu, sum tryggjaði liðnum ein javnleik. Í 18. umfarinum vitjaði NSÍ hjá B36 og tá fekk NSÍ eitt brotsspark, sum var av meira sjáldsama slagnum. Øll trý brotsspørkini – har tað helst eru fá sum halda, at tey eiga at dømast – kunnu síggjast niðanfyri.

2014

3. umfar

B36-Víkingur 2-2

Brotssparkið kann síggjast á 25.38 HER

2014

18. umfar

B36-NSÍ 1-0

Brotssparkið kann síggjast á 1.30 við at trýsta á ”Sjónband” HER

2015

9. umfar

B36-AB 1-1

Brotssparkið kann síggjast á 1.15 HER