Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten og Ivan Joensen fingu allir løn fyri góð avrik í KÍ fyrstu 11 umførini, tá U-21 landsliðið bleiv úttikið í dag.
Til U21 landsliðshópin er ikki so nógv at viðmerkja. Nýggj kapping stendur fyri framman og tí er talan um nýggjan hóp. KÍ fekk tríggjar leikarar við og útfrá teirra avrikum er einki at siga til hesi val. Oddmar Marsten og Ivan Joensen hava leikt væl gjøgnum størsta partin av kappingini, meðan Gunnar Christiansen serliga seinnu umførini er komin rættuliga sterkt ígjøgnum. Hann leikti væl í dag og serliga móti Víkingi fyri stuttum leikti hann framúr.
Hópurin er annars hesin:
Málverjar :
Kristian Joensen, NSÍ
(ikki úttikin enn)
Verja :
Beinir Ellefsen, AB
Rógvi Nielsen, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland
Oddmar Marsten, KÍ
Hørður Askham, B36
Gunnar Christiansen, KÍ
Bárður Hansen, Víkingur
Miðvøllur :
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur
Bogi R. Petersen, ÍF
Heðin Hansen, Víkingur
Rene Joensen, Brøndby
Rógvi Joensen, TB
Ivan Joensen, KÍ
Álop :
Ari Ellingsgaard, ÍF
Poul Ingason, TB
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Gilli Sørensen, B36
Árni Frederiksberg, NSÍ




