Lars Olsen hevur í morgun tikið landsliðshópin út til dystin móti Sveis.
Millum tey 23 nøvnini vóru tveir KÍ leikarar. Teir vóru Hørður Askham og Páll A. Klettskarð. Mest óvæntað var tað, at Karl Løkin, Eli F. Nielsen og Patrik Johannesen eru úttiknir, tí fyri Eli og Patrik er hetta fyrstu ferð, at teir eru á A-landsliðnum. Allir tríggir hava verið sannførandi í ár í Effodeildini. Lars Olsen nevndi eisini, at ein orsøk fyri at Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen ikki vóru uppá tal var tí, at teir spæla á U21 landsliðnum, har teir fáa meir spælitíð á høgum støði.
Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík
Verjuspælarar
Jónas Tór Næs, ÍBV (ICE)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Hørður Askham, KÍ Klaksvík
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Miðvallarar
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Framherjar
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn