Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý toppfeløg vilja hava Bagga til 2018

Jákup Ósá

Sámal Erik Hentze er sera nógv eftirspurdur venjari til komandi kappingarár – av toppfeløgum.

Sámal Erik Hentze er sera nógv eftirspurdur venjari til komandi kappingarár – av toppfeløgum.

Mest vinnandi venjarin í Effodeildini í løtuni er Sámal Erik Hentze(Bagge), sum tríggjar ferðir hevur vunnið FM (2009, 2014 og 2016) og í løtuni liggur væl fyri at fáa tað fjórða. Men Sámal Erik hevur ongan sáttmála fyri næsta ár. Víkingur hevur gjørt greitt m.a. á nordlysid.fo fyri nøkrum vikum síðani, at felagið ynskir at halda fram við Sámal Eriki sum venjara. Men Sámal Erik hevur onga støðu tikið enn, hvar hann verður venjari, og um hann verður venjari næsta ár. Norðlýsið hevur tó frætt frá góðum keldum, at tvey onnur feløg liggja framvið at fáa Sámal Erik sum venjara. Bólka vit Effodeildina upp, so at tey fimm feløgini, sum eru endað á fimm teimum ovastu plássunum í 2015, 2016 og 2017, eru toppfeløg, so eru tað tvey av hesum, sum vilja hava Sámal Erik til venjara næsta ár umframt Víking. Tey eru NSÍ og HB, sum í løtuni onga avtalu hava við nakran venjara til komandi ár. Sámal Erik váttar fyri Norðlýsinum, at fleiri feløg hava víst sær áhuga, men vil als ikki tosa um, hvørji tey eru. – Eg veit ikki, hvussu verður næsta ár. Fyrst ræður um at fáa hetta kappingarárið liðugt, har nógv er at spæla fyri, sigur Sámal Erik Hentze, sum heldur ikki avvísir møguleikanum at taka ein steðg frá fótbóltinum. – Í løtuni er alt opið, tí eg havi onga støðu tikið, sigur hann.

Sostatt er stórur spenningur um, hvør fær nógv eftirspurda venjaran til næsta ár. Tað stendur ímillum Víking, NSÍ og HB væl at merkja, um Sámal Erik Hentze ikki tekur ein steðg frá venjarayrkinum.