Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygd 3,8 mió. kr. í yvirskoti

Trygd

Hálvársúrslitið hjá Trygd fyri 2014 gjørdist 4,6 mió. kr. fyri skatt, í mun til 13,3 mió. kr. fyri skatt í 2013. Eftir skatt var hálvársúrslitið 3,8 mió. kr. í 2014. Tað var 10,8 mió. kr. í 2013. Tryggingartekniska úrslitið var 2,4 mió. kr. í 2014 samanborið við 13,2 mió. kr. í 2013.

Hálvársúrslitið hjá Trygd fyri 2014 gjørdist 4,6 mió. kr. fyri skatt, í mun til 13,3 mió. kr. fyri skatt í 2013.
 
Eftir skatt var hálvársúrslitið 3,8 mió. kr. í 2014. Tað var 10,8 mió. kr. í 2013.
 
Tryggingartekniska úrslitið var 2,4 mió. kr. í 2014 samanborið við 13,2 mió. kr. í 2013.
 
Um hálvársúrslitið fyri 2014 sigur Janus Thomsen, stjóri, at leiðslan, hóast úrslitið í sær sjálvum ikki er nøktandi, er sum heild nøgd við gongdina higartil í ár.
 
“Fyrra hálvár 2014 hevur serliga verið merkt av nógvum skaðum. Tað er sermerkt, at talan ikki er um einstakar stórar skaðar, men heldur nógvar miðalstórar skaðar. Hinvegin hava vit megnað at hildið fram við at vinna størri marknaðarlut á privata marknaðinum. Seinasta árið hava vit megnað at økt um okkara egnu nøgd av tryggingum við góðum 10%, og eru vit sjálvsagt serstakliga nøgd við tað.
 
Sostatt hava vit aftur í 2014 megnað at styrkt okkara støðu á føroyska tryggingarmarknaðinum.
 
At inntøkurnar eru lækkaðar í sama tíðarskeiði vísir bara, hvussu hørð kappingin á marknaðinum er í løtuni. Her er tað serliga 20% lækkingin í fjør sum ger mun.”
 
Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum lækkaðu úr 44,6 mió. kr. í 2014 til 41,9 mió.kr. í 2014.
 
Í 2014 hevur skaðagongdin ikki verið nøktandi. Talið av skaðum var 2058 í mun til 1651 í 2013, og bruttoskaðaendurgjøldini hækkaðu úr 20,9 mió.kr. í 2013 til 27,8 mió.kr. í 2014.
 
Eginognin hjá Trygd pr. 30.06.2014 var 79,4 mió.kr.
 
Les hálvársfrásøgnina her
 
Tórshavn, 29. august 2014.
P/F Trygd Tryggingarfelag