Ársúrslitið hjá Trygd fyri 2013 gjørdist 5,8 mió. kr. fyri skatt, í mun til 23,0 mió. kr. fyri skatt í 2012. Eftir skatt var ársúrslitið 4,7 mió. kr. í 2013. Tað var 19,0 mió. kr. í 2012.
Ársúrslitið hjá Trygd fyri 2013 gjørdist 5,8 mió. kr. fyri skatt, í mun til 23,0 mió. kr. fyri skatt í 2012. Eftir skatt var ársúrslitið 4,7 mió. kr. í 2013. Tað var 19,0 mió. kr. í 2012.
Tryggingartekniska úrslitið var 4,6 mió. kr. í 2013 samanborið við 21,4 mió. kr. í 2012.
Um ársúrslitið fyri 2013 sigur Janus Thomsen, stjóri, at leiðslan, hóast úrslitið í sær sjálvum ikki er nøktandi, er nøgd við árið sum heild.
“2013 hevur verið eitt heldur serligt ár fyri Trygd. Skaðagongdin hevur ikki verið góð, serliga orsakað av stormunum í desember, men eisini orsakað av øðrum størri skaðum fyrr í árinum. Hinvegin hava vit megnað at vinna størri marknaðarlut á vinnuliga, og serliga á privata marknaðinum. Sostatt hava vit aftur í 2013 megnað at styrkt okkara støðu á føroyska tryggingarmarknaðinum”
Í 2013 hevur skaðagongdin ikki verið nøktandi. Talið av skaðum var 3,392 í mun til 2,872 í 2012, og skaðaendurgjøldini fyri egna rokning hækkaðu úr 40,2 mió.kr. í 2012 til 59,6 mió.kr. í 2013.
Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum lækkaðu úr 87,7 mió. kr. í 2012 til 84,3 mió.kr. í 2013. Hendan broytingin stavar serliga frá, at Trygd gjørdi av at lækka tryggingargjøldini á útvaldum privatum tryggingum við 20% pr. 1. juli 2013.
Eginognin hjá Trygd var við ársenda 2013 92,6 mió.kr.
Ársfrásøgnin 2013 varð góðkend á aðalfundi hjá Trygd. Aðalfundurin samtykti at útluta vinningsbýtið á 17 mio. kr. til móðurfelagið BankNordik.
Í nevndini sita: Janus Petersen (formaður), Jens Erik Christensen, Jesper Rasmussen, Christian Andreasen og Tummas Hanus Dam.
Tórshavn, 14. mars 2014.
P/F Trygd Tryggingarfelag




