LEIÐARIN: Hví skal tað, at fáa eitt lógarásett trygdarskeið, um tú hevur hug til sjógvin, vera eitt kostnaðarmikið ævintýr fyri tann einstaka.
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík, hevur við góðari hjálp frá landsins fíggjarlóg, veitt teimum, sum ætla sær á sjógvin at forvinna nakrar krónur, eina hond, við tað, at landskassin hevur goldið bróðurpartin av tí eitt slíkt skeið kostar.
Orsakað av at okkara politikarar ikki hava gjørt sítt arbeiðið til lítar og tryggja Trygdarmiðstøðini eitt nú skúlastatus, so verður rokningin nú send fiskimonnunum og sjómonnunum. Tað kann væl hugsast at í seinasta enda verða tað reiðaríini, sum koma at gjalda, men tað verður neyvan uttan sáttmálasamráðingar, soleiðis at okkara siglandi fólk fara at merkja broytingina á sín egna kropp.
Skal Trygdarmiðstøðin í Klaksvík klára seg í kapping við aðrar aktørar á privata marknaðinum, so hevur Trygdarmiðstøðin eitt at gera, nevniliga at niðurleggja virksemið í Klaksvík og flyta til Havnar at kappast, har hinir kapingarneytarnir liggja.
Tað er ótrúligt, at okkara politiska skipanin hevur verið so kloddaslig í sínum atburði, at hon ikki hevur tryggja Trygdarmiðstøðini rættindi til tann stuðul, sum hon hevur fingið hesi árini støðin hevur virka. Nú Kappingarráðið hevur talað og helst við røttum, sita vit onnur eftir við hugsanini um, um ikki okkara politiski myndugleiki við órættindum hevur útgoldið pening til ein stovn, ið ikki hevði rætt til stuðulin.
Fiskivinnan og ikki minst fluttningsvinnan á sjónum, hava ringar tíðir í løtuni. Vit hava sæð fiskaprísir, sum eru fallnir niður í helvt ella longur og harafturat kann ein ikki annað enn bíta merki í tómu farmaskipini, ið liggja á reduni í Havn hvørja viku og bíða eftir at sleppa at keiini.
Hetta er ikki tíðin hjá okkara politiska myndugleika at leggja størri byrðar á fólki, hvørki á fiskivinnuna ella á reiðaríðini, ið røkja samband okkara við útheimin.
Tað er at vóna, at manningarfeløgini, ið nú hava gjørt vart við seg, meina mótmælini í álvara og fara at tryggja trygdarskeiðunum skúlastatus.
Tá tað er lógarkráv at tú skalt hava eitt skeið fyri í heila tikið at kunna forvinna til lívsins uppihald á sjónum, so eigur stuðulin at vera sammettur við eitt nú fólk í almennum starvi, ið kunnu lesa og útbúgva seg, bæði við fullari løn og ókeypis skúla, eisini eftir at tey hava fingið starv, ið tey ikki høvdu útbúgving til.




