Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygdarskeið – ein forðan hjá fiskivinnuni

Oliver Joensen

Nógv eru pappírini tú skalt hava í lagi, um tú skalt kunna vinna tær og tínum til dagliga tørvin.

Eitt sum undrar er skipanin við trygdarskeiðum. Onki er at ivast í, at tað hevur týdning, at menn og kvinnur umborð á skipum vera kunna um trygdina umborð á skipum.

Tó, hátturin sum verður nýttur at tryggja, at menn og kvinnur umborð vita hvat er upp og hvat er niður, tá ið um trygdina umborð ræður, tikist eitt sindur løgin og í aðrar mátar ikki til at skilja.

Um dagarnar taka vit ímóti ferðamannaskipum. Í dag var eitt á Norðhavnini. Umleið 2.600 fólk umborð, manningin taldi umleið 600. Tað vil siga, at kanska høvdu 600 trygdarskeið, um hetta hevði verið eitt føroyskt skip, ímeðan hini 2000 helst ikki vitstu hvat ein bjargingarbátur var og so fram. Tó er hetta sambært lógini.

Ein útróðrarbátur skal til útróðrar, fýra menn/kvinnur eru við. Lógin krevur at øll skulu hava lokið trygdarskeið. Hava tey ikki tað, so siglir útróðrarbáturin ólógliga um hann fer avstað.

Men so er eisini galdandi, at hevur tú ein útróðrarbát, sum er undir 15 tons, so eru ongar forðingar, tí tá krevst als ikki at tú hevur trygdarskeið, ella við øðrum orðum, so kanst tú rógva út so galið tú vilt, eisini einsamallur við ongum trygdarskeiði.

Hesar reglur hava við sær, at trupult er hjá stóru útróðrarbátunum og línubátunum at fáa fólk við tá boðið er stutt. Eitt nu um maður, ið hoyrir til skipið gerst sjúkur ella berst frá stutt áðrenn báturin ella skipið fer avstað. Tað kostar helst um einar 3000 krónur at ogna sær eitt Trygdarskeið og harafturat gongur tað út nakrar mánaðar eftir, so tað er ikki heilt ókeypis at hava eitt slíkt. Tí kemur meira enn so fyri, at uppilagstir sjómenn onki trygdarskeið hava og tí heldur ikki kunna rætta einum skipara ella útróðrarformanni eina hond tætt uppundir at skipið ella báturin skal fara til fiskiskap.

Sum skilst, so er ein skipan, til dømis umborð á Norrønu, har yvirmenn kunnu geva nýggjum fólki frálæru í trygd umborð. Pappírini hjá yvirmonnunum eru oftað tey somu á útróðrarbátum, sum hjá teimum umborð á Norrønu, tí undrar tað, at bátsformaðurin ikki eisini kann kunna nýggju fólkini um trygdina umborð.

Er hetta ikki nakað, ið átti at verið broytt?ðrar﷽﷽﷽﷽﷽﷽ki kunna rætta einum skipara ella rat gongur tað ð gerst sjo siglir arskeið, um hetta hevði verið eitt føroyskt skip,