Einki bendir á, at trygdarskeiðini fyri sjófólk, sum fyri stuttari tíð síðani vórðu longd úr trimum døgum uppí tríggjar vikur, verða broytt aftur.
Á tingfundinum í gjár svaraði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, einum skrivligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni. Kári P. Højgaard spurdi millum annað, um landsstýriskvinnan helt tað vera rímiligt, at tíðin at taka trygdarskeið verður økt so nógv.
Rigmor Dam svaraði, at trygdarkrøvini í føroyskari sjóvinnu skulu til eina og hvørja tíð lúka altjóða krøv og at Føroyar hava avtalu við danska Sjóvinnustýrið um, at maritimu útbúgvingarnar í Føroyum skulu vera javntsettar við somu útbúgvingar í Danmark.
”Hetta ger, at føroysk sjófólk eru nógv eftirspurd og kunnu mynstra uttan stórvegis hóvasták kring allan heim,” segði Rigmor Dam og vísti á, at í Danmark er trygdarskeiðið til manningar á fiskiskipum tríggjar vikur.
Skulu møguliga hava serliga skipan fyri ungdóm
”Sum sjóvinnutjóð skulu vit sjálvandi veita okkara ungdómi bestu trygd og fyrireiking til vandamikla arbeiðsumhvørvi á fiskiskipum. Men samstundis er umráðandi, at herdu krøvini ikki forða ungdómum at royna seg á havinum, og tí eiga vit at kanna møguleikan fyri einari serligari skipan fyri ungdómin” segði Rigmor Dam. Hon upplýsti, at Mentamálaráðið hevur longu savnað avvarðandi partar, sum hava luttikið í tilgongdini, fyri at finna eina loysn, sum øll kunnu liva við, men sum samstundis heldur seg innan altjóða krøv.
Var kortini ikki ein feilur
Upprunaliga setti Kári P. Højgaard spurningin sum ein ófráboðaðan fyrispurning, og tá tóktist tað sum at landsstýriskvinnan ikki kendi kunngerðina, og tí bað hon løgtingsmannin seta spurningin skrivliga. Hon segði tá, at alt ruggaði kanska ikki heilt rætt. ”Onkur segði mær í oyrað, at hatta er ein feilur, so eg fari at kanna hatta,” segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Men nú vísir tað seg, at talan var ikki um ein feil kortini. Kunngerðin verður í øllum førum ikki broytt aftur.




