Í blaðnum ídag er ein søga við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu tað gekst manni, ið fór á sjógv við bátabrúgvarnar í Klaksvík.
Hann, sum ómakar sær út á brúgvarnar á Vágni og á Borðoyarvík, sær skjótt, at lítið skal til at menn detta niður ímillum tá illa vil til og tað má sigast vera óskiljandi, at armarnir, ið ganga út ímillum bátarnar, ikki megna at halda sær uppi undir vektini av einum manni.
Øll vita, at bátarnir liggja við framstavninum inn ímóti brúnni vanliga, og tað eru brúgvarnar eisini gjørdar til. Ein lítil rist er á fyrsta pettinum á flótiarmunum, soleiðis at møguleiki er fyri at traðka á har tá farið verður umborð ella í land.
Men tað er bara soleiðis ídag, at nógvir av bátunum eru stórur og høgir, og hartil mangan frambygdir, soleiðis at ikki slepst umborð heilt har frammi, og tí síggjast menn ganga út á armarnar fyri at koma aftur um húsið og síðani umborð, og tað er her, óhappið skjótt kann henda. Meiningin við hesum armunum er helst ikki at gangast skal heilt út á teir, men tá møguleiki, sum sagt ikki er at koma umborð annarleiðis, ja so verður henda mannagongdin mangan nýtt.
Tað, sum tó er tað álvarsligasta er, at ert tú farin á sjógv, so skalt tú helst vera lættur og sterkur, um tú skalt gera tær vónir um at sleppa upp aftur á turt.
Tá vit vóru í holt við at skriva søguna, sum er í blaðnum ídag, fingu vit eisini søgur um minst fýra aðrar mans, ið høvdu verið fyri júst sama trupulleika, teir vóru farnir á sjógv, men megnaðu ikki meira enn at hanga við flótibrúnna og rópa eftir hjálp. Hjá einum teirra var so illa statt, at hann var vorðin í øðrviti, áðrenn hjálpin kom.
Her má nakað gerast og tað beinanvegin. Býurin kann ikki standa modell til at vera vitandi um vandan og ikki gera ta allar mest neyðuga, soleiðis at møguleikar eru at leppa upp á turt, um illa vil til.
Tilburðir av hesum slagnum hava eisini verið í bátahylinum á Borðoyarvík í minsta lagi í tveimum førum, har fólk hava hoyrt neyðarróp og eru komin til hjálpar.
Hvussu slík bjargingarútgerð eigur at verða løgd til rættis, eru tað onnur, ið eru betur til at meta um en Norðlýsið, men fólk við eitt sindur av kunnleika til slíkt halda, at tað átti at borið til at havt eitt skapilsi av einum stiga niðurvið hvørjum bátaplássinum ella eitthvørt, ið minnir um tað, soleiðis at møguleiki er at fáa fótin fastan.
Bátabrúgvarnar eru annars sera væl umtóktar og umhvørvið har er sera væl vitjað, eisini av eldri monnum og ikki minst tí, eiga vit at gera økið so trygt sum gjørligt at ferðast á. Um býráðið finnur útav at trygdarútgerðin skal leggjast omaná gjaldið fyri bátaplássið í nøkur ár, ella kostnaðurin verður lagdur afturat anleggskostnaðinum, er sjálvandi ein politiskur spurningur. Men sum er, er støðan við bátabrúgvarnar ikki forsvarlig og tað má býurin gera nakað við beinanvegin.




