Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygg vælferð og skilagóð búskaparstýring

John William Joensen

Við einum sterkum búskapi og í góðum felagsskapi við Danmark, tryggja vit vælferðina í tí Føroyska samfelagnum.

Sambandsflokkurin er kendur fyri at hava skilagóða búskaparstýring.

Sterkur búskapur er við til at økja um vælferðina. Búskaparliga er tað av stórum týðningi at leggja til síðis í góðum tíðum, fyri framhaldandi at tryggja vælferð hjá okkum og okkara børnum.

Av tí at okkara høðusvinna er sera følsom fyri broytingum í samfelagnum, soleiðis at inntøkurnar kunnu minka nógv yvir stutta tíð, er tað sera trygt av vera í Ríkisfelagsskapi við Danmark.Tað er við til at styrkja okkara búskap vegna blokkin, sum verður latin okkum. Hetta ger, at vit eisini í niðurgangstíðum kunn raðfesta tey bleytu virðini høgt

Fyri okkum í sambandsflokkinum er vælferðarsamfelagið og tað persónliga frælsið hjá tí einstaka meira virðismikið enn natioanalistiskar hugsjónir, og flokkurin fer tí ongantíð at seta vælferðina upp á spæl fyri at gera Føroyar meira sjálvgjargnar. Einki skal gerðast í óðum verkum, men flokkurin hevur tað mál, at vit í Føroyum skulu hava sama livistøði sum hini norðurlondini hava.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur sum meldar púra greitt út at vit ynskja at varðveita og menna ríkisfelagsskapin. Vit hyggja úteftir, og hesin felagsskapur er lykilin út í heim.

Vel tað trygga, vel vælferð, seti X við lista B

Edva Jacobsen