Tað eru nógvar vandaleiðir í Føroyum. Uppundir val verða tær gleðiliga nevndar og viðgjørdar – fyri síðani at fara í gloymskunnar hav næstu fýra árini. Hetta er óvirðiligt fyri okkara land. Politikkarar eiga at hava sum høvðusmál, at farleiðirnar kring alt landið eru tryggar og góðar at ferðast á. Vit hava eitt lítið land og tað má virðast, alt sum tað er.
Allir landspolitikarar hava ábyrd av, at tað verður trygt at brúka okkara farleiðir. Men fíggjarlógin er eitt puslispæl, ið aldrin liggur sum tað skal hesum viðvíkjandi.
Tó eru gongdar leiðir. Sandoyartunnulin er samtyktur, tí hann er bundin saman við Eysturoyartunnlinum. Harvið er hann leysur av árligu viðgerðini um fíggjarlógina. Hetta er vegurin at ganga. Tað er brúk fyri at finna eina skipan, sum ger, at útbyggingin og viðlíkahaldið av samferðslukervinum í Føroyum ikki gerst ein finna í telvanini um fíggjarlógina.
Samferðslukervið skal fáa markaðar inntøkur, so útbyggjast kann, uttan at fíggjarlógin órógvar. Skipanin skal vera samhaldsføst á tann hátt, at øll, ið eiga akfør, eru við til at gjalda.
Politikkarar úr øllum flokkum hava í valstríðnum víst á inntøkumøguleikar. Millum góðu uppskotni eru, at vegskaturin eigur markast til samferðslukervið ella at nøkur oyru verða løgd á bensin og diesel.
Á hendan hátt høvdu øll, ið brúka vegirnar, verið við at bygt land. Tann, ið koyrir nógv, rindar sostatt eitt sindur meir, enn ein, ið ikki brúkar vegirnar í sama mun. Men øll eiga at vera við.
Javnaðarflokkurin vil standa á odda fyri at gera eina skipan, ið tryggjar, at samferðslukervið í Føroyum verður trygt at ferðast á kring alt landið.
Jónleif Johannesen valevni hjá Javnaðarflokkinum




