Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar bjóðar nú ókeypis barnavanlukkutrygging til øll børn

John William Joensen

Frá í dag og árið út bjóða vit øllum børnum undir 18 ár, sum tekna barnavanlukkutrygging, ókeypis vanlukkutrygging fyrsta árið. Harumframt verður vanlukkutryggingin sum heild gjørd enn betri.

Vanlukkutryggingar
Hesa seinastu tíðina hevur manglandi trygging av skúlabørnum fingið nógva umrøðu. Tryggingarfelagið Føroyar hevur í umrøðuni víst á, at hesar tryggingar ikki eiga at standa einsamallar, men vera eitt ískoyti til tær vanlukkutryggingar, sum familjurnar eiga at tekna. At tryggja seg móti vanlukkutilburðum, eigur at vera líka so sjálvsagt, sum at tryggja húsini og bilin.

Tilboð til barnafamiljur
Vit fegnast nú um at kunna bjóða fram eitt nýtt tilboð, ið er rættað móti barnafamiljum.
Frá í dag og árið út, bjóðar Tryggingarfelagið Føroyar øllum børnum undir 18 ár ókeypis barnavanlukkutrygging fyrsta árið.
Vit steðga ikki her. Framyvir fáa øll nýfødd børn ókeypis barnavanlukkutrygging fyrsta árið.

Betri vanlukkutrygging
Harafturat eru allar okkara vanlukkutryggingar vorðnar enn betri, tí vit hava broytt hugtakið fyri vanlukku í okkara treytum, og tað merkir m.a., at tilburðir, har vanlukkur standast av, at tryggjaði svímar ella verður ússaligur, eisini verða endurgoldnar.
Okkara aðalmál er at skapa tryggleika og við hesum eru vit við til at skapa tryggari karmar um okkara børn. 

Tórshavn, tann 27. januar 2006
TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR 
Mortan Poulsen, stjóri