Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar flytur í nýggj høli í Klaksvík

Danial Viðoy

TÍÐINDASRKIV: Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík flytur mánadagin 16. januar inn í bygningin hjá Eik Banka á Bøgøtu 1. Feløgini fara í framtíðini at húsast í felagshølum. Almenn móttøka verður 20. januar, kl. 15.00-17.00.

Fyri at veita viðskiftafólkunum í TF Holding samtakinum bestu tænastuna, er avgjørt at víðka um tvørgangandi samstarvið í samtakinum. Fyrsta stigið í hesum víðkaða samstarvi er at flyta deildirnar í Klaksvík undir sama tak.

Sostatt verða Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Inni og Eik Banki øll undir somu lon í Klaksvík. Øll núverandi starvsfólk á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík fara at halda fram í sínum starvi, nú tey flyta inn í hølini á Bøgøtu.

30. januar flytur deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Saltangará inn í grannahølini hjá Eik Banka, meðan deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Tvøroyri verður verandi á sama stað.

Herfyri samtykti nevndin í TF Holding, at farast skal undir at byggja nýtt høvuðssæti, ið skal húsa øllum TF Holding samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður væntandi klárt at flyta inn í um góð trý ár.