Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar kunnar miðnámsnæmingar

John William Joensen

Javnan tekur Tryggingarfelagið Føroyar inn nýggjar næmingar, sum har kunnu fáa eina góða útbúgving.




Nú fer tryggingarfelagið at kunna miðnámsnæmingar um teir mongu framtíðar møguleikar, eitt starv í Tryggingarfelagnum Føroyar gevur



Tryggingarfelagið Føroyar er eitt stórt og sterkt arbeiðspláss við umleið 120 starvsfólkum, sum alla tíðina leggur stóran dent á at seta nýtt fólk við, og nú gongur felagið eisini nýggjar leiðir, tá tað snýr seg um at eggja virkisfúsum ungfólki til at søkja lærupláss hjá tryggingini.

Í næstum verða kunnandi fundir fyri miðnámsskúlanæmingar kring landið, so teir kunnu fáa alt at vita um teir mongu framtíðar møguleikar, eitt starv í Tryggingarfelagnum Føroyar kann geva. Eitt lærupláss hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fevnir um eina tvey ára útbúgving, ið gevur góðar møguleikar fyri persónligari menning og víðari starvsmøguleikum í framtíðini.

– Endamálið við tiltakinum er at geva miðnámsskúlanæmingum eitt høvi at fáa alt at vita um teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum fylgja við tí at vera næmingur í Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur Jónsvein Simonsen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

– Tá vit søkja eftir næmingum, fáa vit altíð nógvar umsóknir, men fyri tað vilja vit fegin hava enn fleiri at søkja og vísa áhuga fyri okkara útbúgvingarmøguleika. Tað er ikki allir miðnámsskúlanæmingar, ið vita, hvat teir ætla eftir lokið miðnámsskúlaprógv, men við hesum vilja vit í øllum førum geva teimum ein góðan valmøguleika.



Fleiri koma at greiða frá

Kunningartiltakið vendir sær til síðstaársnæmingar á studentaskúlunum, HF-skeiðunum og handilsskúlunum, og tiltakið verður bæði í Havn, á Kambsdali og í Vági. Í hesum sambandi hevur Tryggingarfelagnum Føroyar havt plakatir og annað kunnandi tilfar frammi á skúlunum, fyri at vekja áhugan hjá miðnámsskúlanæmingum.

Tiltakið verður skipað á tann hátt, at fólk koma at greiða frá og svara spurningum. Helena Dam á Neystabø, dagligur leiðari á Føroya Skúlabókagrunni, fer at greiða alment frá, hvønn týdning tað hevur at útbúgva seg. Síðani greiðir Henning Mikkelsen frá Finanssektorens Uddannelsescenter í Danmark frá tí teoretiska í sambandi við eina tryggingarútbúgving.

Síðani verður eisini ein steðgur, har Tryggingarfelagið Føroyar bjóðar pizza og sodavatn, og eftir steðgin fara so fólk, ið hava verið næmingar og fingið sína útbúgving í Tryggingarfelagnum Føroyum, at greiða frá tí praktiska viðvíkjandi útbúgvingini.



Tórshavn, 14. mars 2007



Tryggingarfelagið Føroyar

Harleyfacadeacryl